Burn og SMS fram til kappingarlok 2025

HSF og SMS-samtakið hava skrivað undir nýggjan sáttmála fyri Burn og SMS kappingina. Við sáttmálanum kemur landskappingin hjá ávikavist monnum og kvinnum framhaldandi at eita Burn og SMS deildin næsta kappingarár.

Gunn Ellefsen, starvsnevndarforkvinna í HSF, Durita Nolsøe, býlingsstjóri í SMS og Jákup Suni Berg, stjóri í Burn, hittust herfyri í SMS, har nýggi sáttmálin varð undirskrivaður.

– Gunn Ellefsen sigur til longda sáttmálan. Tað liggur eitt stórt arbeiði úti í feløgunum, sum mynda fremstu hondbóltsdeildirnar, og at samstarva við ein góðan stuðul sum SMS-samtakið hevur alt at siga, fyri at vit fáa eina góða hondbóltsvøru til áskoðaran.

–  Durita Nolsøe viðmerkir til sáttmálan, at tað merkist at áhugin fyri hondbólti er vaksandi millum føroyingar. At hondbóltsdeildirnar fáa nógva umrøðu millum fólk og miðlar er áhugavert fyri okkum framhaldandi at vera partur av.

– Jákup Suni Berg viðmerkir til samstarvið, at tað er stuttlig at fylgja kropsligu menningini, sum hevur verið í føroyskum hondbólti. Tað er ógvuliga eyðsýnt, tá eg síggi landsliðið spæla, at hetta er ein fortreyt, um Føroyar skulu standa seg væl.

Við sáttmálanum kemur Burn- og SMS-samleikin at verða sjónligur í flest øllum viðurskiftum hvat kappingunum viðvíkur, og hartil kemur SMS eisini at standa á vinstru ermu á nýggju landliðsblusuni.

Venjararáðstevnan

13. august 2026

Leygardagin 22. august verður venjararáðstevnan við gestaundirvísaranum, Jordi Ribera. Ráðstevnan er fyri venjarar í føroysku feløgunum og verður Við Tjarnir.

Seinasti møguleiki!

10. august 2026

Sunnudagin, 16. august 2026, er seinasti møguleiki at ogna sær føroysku atgongumerkini til HM-endaspælið í Týsklandi. Eftir freistina verða atgongumerkini leysgivin í almennari sølu, har øll kunna ogna sær atgongumerki.

U18-menn: Endaðu nr. 16

9. august 2026

Póllendingar vardu betri í seinna hálvleiki, vórru kaldari og mongu føroysku villurnar kostaðu løtuna tá dysturin skuldi avgerðast. Pólland vann 41-35, eftir at Føroyar vóru frammanfyri 19-18 í hálvleikinum. Føroyar blivu við hesum nr. 16 av teimum 24 liðunum í EM-endaspælinum.

Ein loysn frá Sendistovuni