U20-kvinnur: Ov nógvar villur kostaðu

Hóast góðar løtur, so var úrtøkan alt ov ójøvn ígjøgnum dystin og taptu Føroyar eisini annan dystin í HM-undankappingini í Serbia. Føroyar taptu 29-22 fyri Italia, sum eisini var á odda 14-11 í hálvleikinum.

Í mun til dystin í gjár, so komu ikki so nógv mál fyrstu løtuna. Dysturin var meira rótutur, og gjørdu bæði liðini heldur nógvar villur. Føroyska verjan stóð tó væl ímóti saman við Silju Müller í málinum og vóru tær italsku ikki eins stinnar við langskotunum, sum Kroatia var í gjár. Liðini fylgdust fyrru helvt av fyrra hálvleiki, men var ein løta um miðjan hálvleik, har føroyska liðið gjørdi alt ov nógvar tekniskar villur. Italia vann seg uppá fram um 9-6, men fóru Føroyar tá yvir at spæla 7 móti 6. Hetta riggaði væl og vunnu okkara seg uppá javnt aftur 11-11. Inga Maria Roysdóttir gjørdi fleiri góð mál av høgra vongi hesa løtuna og skeyt hon tilsamans 5 í fyrra hálvleiki. Føroyar brendu tíverri tríggjar stórar málkjansir á rað beint fyri hálvleik, og gjørdi hetta at Italia vann seg fram um aftur og fóru til hálvleiks frammanfyri 14-11.

Føroyar fingu eina sera vánaliga byrjan uppá seinna hálvleik. Alt ov nógv mistøk vóru gjørd í álopinum og kjansir brendir. Verjan stóð ikki líka væl sum í fyrra hálvleiki, og fingu tær italsku veruliga skoti seg heitar fyrstu løtuna. Italia økti til 22-13 fyrstu 10 minuttirnar av seinna hálvleiki, og var dysturin nú í roynd og veru avgjørdur. Føroyar høvdu løtur har tær spældu væl og minkaðu um munin, men varð hetta ongantíð samanhangandi yvir longri løtur og sýndi Italia størri javnvág ígjøgnum allan dystin og vunnu greitt 29-22.

Føroyar spæla triðja dystin í HM-undankappingini í morgin kl. 18.30 móti Spania, sum í dag vunnu 30-21 á Serbia. Dysturin kann stroymast á ehftv.com.

Málskjúttar hjá Føroyum:
Inga Maria Roysdóttir 6
Bjørk F. Joensen 6 (1)
Maria P. Nólsoy 4
Lukka Arge 2 (2)
Sára Lagos 2
Anna Elisabeth H. Weyhe 1
Karina D. Heinesen 1

Dystargongdin Føroyar – Italia
5 min. 2-1
10 min. 3-2
15 min. 4-5
20 min. 6-9
25 min. 9-10
30 min. 11-14
35 min. 11-16
40 min. 14-22
45 min. 16-23
50 min. 18-27
55. min. 20-28
60 min. 22-29

H71 og VÍF úti úr Europa

21. oktober 2024

Hóast góð avrik, so eru mansliðini hjá H71 og VÍF úti úr European Cup. VÍF stóð seg serliga væl í seinna heimadystinum móti Handball Westwien, har teir vunnu 34-30 í seinna dystinum í Vestmanna.

Kvinnulandsliðið saman

15. oktober 2024

Í komandi viku savnast kvinnulandsliðið aftur. Talan er um næstseinastu samlingina, áðrenn farið verður til EM-endaspælið í Basel.

Væleydnaður málverjadagur

14. oktober 2024

At vera málverji í hondbólti er serstakur og týdningamikil leiklutur á hondbóltvøllinum. Fyra at kasta ljós á leiklutin og stimbra ungu føroysku hondbóltsmálverjunum, skipaði HSF í dag fyri málverjadegi í Klaksvík.

Ein loysn frá Sendistovuni