U20-kvinnur: Spania ov sterkar

Føroysku U20-kvinnurnar góvu sponsku favorittunum mótstøðu í dag. Føroysku kvinnurnar vóru væl við stóran part av fyrra hálvleiki og góvu ongantíð upp í seinna. Spania vann tó dystin 31-25, eftir at tær vóru frammanfyri 17-13 í hálvleikinum.

Føroyar byrjaðu dystin sera væl við góðum og tolnum 7 móti 6 álopsspælið og komu okkara fram um 3-0. Vongspælið og strikuspælið hepnaðist betri enn í mun til undanfarnu dystirnar og fingu Inga Maria Roysdóttir, Silja Heðinsdóttir og Karina Heinesen væl burturúr fyrstu løtuna. Føroyar vóru á odda 9-6, tá fyrri hálvleikur var hálvrunnin og Spania tók time-out. Spania kom nú longur fram at verja, og órógvaði hetta føroyska spælið nógv fyrstu løtuna. Føroysku leikararnir gjørdu nógvar villur og Spania vann seg skjótt innaftur í dystin til støðuna 9-9. Spania sat á seinnu helvt av fyrra hálvleiki við ágangandi verjuspælið, kvikum álopsspælið og góðu skotum. Liðini fóru til hálvleiks við støðuni 17-13 til Spania.

Spania sat á tí mesta at byrja við í seinna hálvleiki. Føroyska liðið spældi seg tó spakuliga uppaftur og minkaðu um sponsku leiðsluna niður í trý mál eftir 10 minuttir. Inga Maria Roysdóttir var toppskjútti í dystinum móti Italia í gjár, og helt hon áfram í dag við fleiri góðum málum á høgra vongi, tilsamans 7 mál. Dysturin gekk nú javnt á aftur eina løtu og var tað ikki fyrr enn seinastu 10 minuttirnar, at tað skrædnaði í føroysku verjuni og dysturin varð avgjørdur. Spania endaði við at vinna trygt 31-26.

Føroysku kvinnurnar hava frí í morgin, hareftir tær skulu møta vertunum úr Serbia í seinasta dystinum leygardagin kl. 13.00. Dysturin kann stroymast á ehftv.com.

Málskjúttar hjá Føroyum:
Inga Maria Roysdóttir 7
Maria P. Nólsoy 6
Bjørk F. Joensen 3
Silja Heðinsdóttir 2
Anna Elisabeth H. Weyhe 2
Karina Debes Heinsen 2
Barbara Hammer 2
Lukka Arge 1

Dystargongdin Spania – Føroyar
5 min. 2-3
10 min. 3-5
15 min. 6-9
20 min. 11-10
25 min. 14-11
30 min. 17-13
35 min. 20-15
40 min. 22-18
45 min. 24-21
50 min. 27-22
55 min. 30-22
60 min. 31-25

Sigrandi til Oslo

11. januar 2026

Føroysku menninir fara við einum góðum sigri í skjáttuni til EM í Oslo. Føroyar vunnu seinasta fyrireikingardystin, 38-34 móti Italia, eftir hálvleiksstøðuna 18-17 til Føroyar.

Ongin søla við dyrnar í dag!

11. januar 2026

Atgongumerki eru tøk á netsøluni og heldur sølan fram her til tað er útselt.

Tepurt tap fyri Italia

9. januar 2026

Vinardysturin móti Italia var vinarkendur. Liðini tímdu betri álop enn verju og skiftu nógv út. Føroyar vóru betri fyrstu 40 minuttirnar, men mistu takið seinastu løtuna og taptu 36-34, eftir at Føroyar vóru á odda 19-17 í hálvleikinum.

Ein loysn frá Sendistovuni