VÍF júst ov stuttir

Eftir tveir ferðmiklar og málríkar dystir móti SSV Brixen úr Italia, vóru VÍF júst ov stuttir at koma víðari í fjórða umfar í European Cup. SSV Brixen vann fyrra dystin 37-35 og seinna 38-37.

Talan gjørdist um tveir góðar og undirhaldandi dystir í Vestmanna frammanfyri fullsettari høll. Dystirnir kundu báðir fari báðar vegir, men var tað helst verjuspælið hjá VÍF, sum ikki rakk heilt móti dugnaligu italiumonnunum. Filip Jojic spældi heilt framúr fyri VÍF og gjørdi heili 17 mál í fyrra dystinum og 10 mál í seinna, men var hetta tíverri ikki nokk til at VÍF kundi verða millum seinastu 16 í European Cup í vetur.

Góður javnleikur móti Eysturríki

22. oktober 2026

Føroysku kvinnurnar vístu sálarstyrki, komu sterkt aftur seinastu løtuna og spældu javnleik 33-33 móti Eysturríki, eftir at Eysturríki var á odda 18-15 í hálvleikinum. Ein gevandi vinardystur, har nýggj andlit, verjusamansetingar og álopskipanir vóru royndar.

H71 gott útgangsstøði

18. oktober 2026

H71-menn standa við einum góðum útgangsstøði undan seinna European Cup dystinum móti kroatisku MRK Trogir. H71 gjørdu bart í gjár fyri fullsettari Hoyvíkshøll og vunnu greitt 34-27.

VÍF víðari

12. oktober 2026

Kvinnurnar hjá VÍF megnaðu eisini at spæla seg víðari í European Cup. Trý føroysk lið eru nú komin víðari í Euroepan Cup hjá kvinnum. Lutakastið til triðja umfar verður mikudagin.

Ein loysn frá Sendistovuni