Pólska kropsstyrkin sigraði

Pólland vann seinasta dystin í bólkaspælinum, 32-28 móti Føroyum. Liðini vóru ájavnt 15-15 í hálvleikinum
Eins og venjarin, Peter Bredsdorff Larsen ávaraði um frammanundan, so er Poland eitt sterkt lið við stórum og sterkum einstaklingum.

Og tað vísti seg, at tað vóru teir báðir, sum frammanundan vóru útpeikaðir sum lyklaleikarar, ið drupu føroyska spælið. Vinstri bakkurin Szymon Sicko skoraði 10 mál í 11 royndum og strikuspælarin Kamil Syprzak 9 í 11 royndum. Fleiri av málunum vóru upp á brotskast.

 Men eisini polski málverjin stóð væl, tók 11 av 35 skotum, ið gevur eitt bjargingarprosent upp á 31,4.Føroysku málverjarnir hinvegin høvdu ikki tann besta dagin í dag. Pauli Jacobsen tók 3 av 24 og Nicholas Satchwell tók 3 av 13.

Føroyar vunnu tó greitt dystin um áskoðaraplássini, og so varð Elias Ellefsen á Skipagøtu enn einaferð, og væl uppiborið, valdur til dagsins leikara.

Við hesum er spenningurin eisini av í bólki D.

Polski sigurin gjørdi, at Føroyar misti sín møguleika at koma víðari. Poland hevði longu undan dystinum spilt sín kjans. Sostatt er ongin spenningur meira. Dysturin millum Slovenia og Noreg verður ein dystur um at enda á fyrsta plássi og harvið fáa fleiri stig við í millumrunduna.

Dystargongdin:
5 min: 3-3
10 min: 6-5
15 min: 9-8
20 min: 11-10
25 min: 13-13
30 min: 15-15
35 min: 17-18
40 min: 19-20
45 min: 20-20
50 min: 25-26
55 min: 26-28
60 min: 28-32

Málskjúttar:
Hákun West av Teigum 10 (8)
Elias Ellefsen á Skipagøtu 9
Vilhelm Poulsen 2
Rói Berg Hansen 2
Óli Mittún 2
Teis Horn Rasmussen 1
Helgi Hildarson Hoydal 1
Leivur Mortensen 1

Málverjar:
Nicholas Satchwell 3/13 = 23 prosent
Pauli Jacobsen 3/24 = 12,5 prosent

H71 og VÍF úti úr Europa

21. oktober 2024

Hóast góð avrik, so eru mansliðini hjá H71 og VÍF úti úr European Cup. VÍF stóð seg serliga væl í seinna heimadystinum móti Handball Westwien, har teir vunnu 34-30 í seinna dystinum í Vestmanna.

Kvinnulandsliðið saman

15. oktober 2024

Í komandi viku savnast kvinnulandsliðið aftur. Talan er um næstseinastu samlingina, áðrenn farið verður til EM-endaspælið í Basel.

Væleydnaður málverjadagur

14. oktober 2024

At vera málverji í hondbólti er serstakur og týdningamikil leiklutur á hondbóltvøllinum. Fyra at kasta ljós á leiklutin og stimbra ungu føroysku hondbóltsmálverjunum, skipaði HSF í dag fyri málverjadegi í Klaksvík.

Ein loysn frá Sendistovuni