HM-lutakast leygardagin

Komandi leygardag, tann 27. januar, verður lutakastið til HM play-off dystirnar hjá manslandsliðnum. Lutakastið verður eftir EM-endahátíðarhaldi, sum byrjar kl. 13.00.

Londini eru styrkismett í tveimum pottum, og verður tað ein úti- og heimadystur í viku 19 í mai, sum koma at avgerða hvørji europeisk lond koma víðari til HM-endaspælið, sum verður leikt í Danmark, Noregi og Kroatia.

Londini eru styrkismett soleiðis:

Pottur 1:
Slovenia, Ungarn, Portugal, Eysturríki, Ísland, Holland, Spania, Montenegro, Kekkia, Pólland og Norðurmakedonia.

Pottur 2:
Georgia, Serbia, Føroyar, Sveis, Rumenia, Grikkaland, Bosnia Hersegovina, harumframt vinnararnir av hesum play-off dystum, sum verða leiktir í mars mánaði Slovakia – Ísrael, Estland – Ukraina, Belgia – Italia og Finnland – Litava.

Stroymið lutakastið her.

Hesir møta Kosovo og Montenegro

8. oktober 2026

Landsliðsvenjararnir Peter Bredsdorff-Larsen og Hjalti Mohr Jacobsen hava úttikið hesar 16 leikararnar til fyrstu tveir dystirnar í nýggju EM-undankappingini, har Føroyar møta Kosovo á heimavølli 4. november og Montenegro á útivølli 8. november.

Kvinnulandsliðið úttikið

7. oktober 2026

Fyrireikingarnar til EM-endaspælið hjá kvinnum halda fram. Landsliðsvenjararnir hava úttikið hesar leikararnar til venjingar og tveir fyrireikingardystir móti Eysturríki. Landsliðið er savnað í tíðarskeiðnum 18. – 25. oktober.

Faxe Kondi kappingin byrjar í dag

6. oktober 2026

Fyrsti dysturin í Faxe Kondi steypakappingini hjá monnum verður leiktur í kvøld kl. 20.30 í Hoyvíkshøllini, har H71 2 møta Neistanum 2. Dysturin kann eisini stroymast á Portal Play.

Ein loysn frá Sendistovuni