Atgongumerkjasøla Føroyar – Kosovo

Komandi mikudag, tann 11. september kl. 12.00, koma atgongumerkini til EM-undankappingardystin Føroyar – Kosovo til sølu. Atgongumerkini koma til sølu á atgongumerki.fo og kosta 150 kr.

Heimadysturin, sum verður leiktur mikudagin 6. november kl. 19.00, er hin fyrsti í EM26-undankappingini, har Føroyar eru í bólki saman við Niðurlondum, Ukraina og Kosovo.

Rimmar H71 avrik

23. november 2026

H71 eru í áttandapartsfinaluni í European Cup. Tað er søguligt í føroyskum manshondbólti, og hava mennirnir í Hoyvík nú gjørt H71-kvinnunum eftir, sum eisini komu í áttandaparstfinaluna í 2023. H71 vunnu tilsamans 62-61 móti KPR Ostrovia úr Póllandi.

European Cup vikuskiftið í Hoyvík

20. november 2026

Eftir at H71- og Neistakvinnur ruku farna vikuskiftið, heldur føroyska luttøkan í European Cup fram komandi vikuskiftið við monnunum hjá H71, sum fáa vitjan av pólsku Repud KPR Ostrovia.

Stóra Bretland á vitjan

18. november 2026

U19-landsliðið hjá kvinnum er úttikið til tveir venjingardystir móti Stóra Bretlandi við Tjarnir næsta vikuskiftið. Landsliðsvenjarnir hava úttikið hesar leikarar.

Ein loysn frá Sendistovuni