Stórur áhugi fyri venjaraskeiði

Áhugin fyri nýggju venjaraútbúgvingini hjá HSF hevur verið ovurhondstórur. Heili 60 venjarar eru meldaðir til fyrsta stigið, sum byrjaði í Skúlanum á Fløtum í gjár.

Mark Lausen-Marcher, ítróttastjóri í HSF, stóð fyri skeiðnum, har evnið var “Hvussu skapa vit eitt gott umhvørvi.” Endamálið við fyrsta stigi í venjaraútbúgvingini er at geva luttakarum amboð til, hvussu man skipar eina góða barnavenjing, og hvussu man tryggjar eitt gott hondbóltsumhvørvi, har børnini trívast og mennast.

Fyri áhaldandi at menna venjingartilboð, ið feløgini kunna bjóða teirra íðkarum, hevur HSF saman við evropeisku hondbóltssamgonguni, EHF, skipað eina føroyska venjaraútbúgving samsvarandi altjóða krøvunum hjá EHF.

Væleydnað venjararáðstevna

24. august 2026

Leygardagin skipaði HSF fyri forkunnugari venjararáðstevnan við navnframa hondbólsvenjaranum Jordi Ribera, sum gestaundirvísara. Ráðstevnan var fyri venjarar í føroysku feløgunum.

Komandi venjaraskeið

19. august 2026

Í heyst skipar HSF aftur fyri stig 1 í venjaraútbúgvingini. Byrjað verður við stig 1.1 tann 7. oktober 2026, meðan stig 1.2 byrjar í januar. Skeiðið er skipað við online tilfari og trimum samlingum.

Venjararáðstevnan

13. august 2026

Leygardagin 22. august verður venjararáðstevnan við gestaundirvísaranum, Jordi Ribera. Ráðstevnan er fyri venjarar í føroysku feløgunum og verður Við Tjarnir.

Ein loysn frá Sendistovuni