Hóskvøldið 24. oktober 2024 verður íblástrarvenjing við landsliðsvenjaratoyminum hjá kvinnum, Claus Mogensen og Simon Olsen í Hoyvíkshøllini.
Tá føroysku A-landsliðini eru saman, er tað útyvir týdningarmiklar fyrireikingar, eisini møguleikin hjá okkara venjarum kring landið at fáa íblástur frá okkara A-landsliðsvenjarum, sum hava nógvar royndir frá altjóða hondbóltsheiminum.
Hóskvøldið 24. oktober 2024 verður íblástrarvenjing við landsliðsvenjaratoyminum hjá kvinnum, Claus Mogensen og Simon Olsen, har fokus í venjingini er álopsvenjing. Skeiðið verður í Hoyvíkshøllini.
Tað er ókeypis at luttaka, men neyðugt er at melda til á: https://forms.office.com/e/D8hh3aezw4. Freistin at melda til er týsdagin, 22. oktober 2024.
Skráin fyri skeiðið:
20.00 – 20.30 Upplegg um endamálið við venjingini
20.30 – 22.00 Venjing í Hoyvíkshøllini