Høllin á Hálsi var okkara

Føroyska manslandsliðið segði farvæl við Høllina á Hálsi við einum sannførandi 32-21 sigri á Kosovo, eftir hálvleiksstøðuna 13-9 til Føroyar. Talan var um sætta føroyska heimasigurin á rað í Høllini á Hálsi.

Føroyska liðið var nakað trilvandi at byrja við. Leikferðin var kanska til tíðir skrúva ov høgt upp, og endaði hetta við tekniskum villum. Dysturin gekk tó javnt á, og skiftust liðini um at vera frammanfyri fyrstu 15 minuttirnar. Í álopinum vóru tað aftur systkinabørnini, Óli Mittún og Elias á Skipagøtu, á sum gingu á odda og funnu loysnir. Í hinum endanum var tað Pauli Jacobsen, í føroyska málinum, sum var avgerandi við fleiri sera góðum bjargingum í fyrra hálvleiki. Sum fyrri hálvleikur leið, fann føroyska liðið neyðugu loysnirnar, og bygdu eina góða leiðslu upp. Støðan í hálvleikinum var 13-9.

Føroyar avgjørdu dystin fyrstu 15 minuttirnar av seinna hálvleiki. Føroyska liðið vísti seg frá sínari bestu síðu bæði í verju og álopi. Kosovoar tóktikst ráðaleysir. Leiðslan øktist upp í 10 mál, dysturin var avgjørdur og skuldi bert koyrast heim seinastu 10 minuttirnar.

Samanlagt ein sera sannførandi føroyskur sigur, ein sigur sum eisin var eitt farvæl við heimavøllin í Høllin á Hálsi. Høllin við Tjarnir verður nýggjur heimavøllur í vár, har fyrsti dystur verður móti Niðurlondum í mars. Fyrst er tó Ukraina á skránni, hetta á útivølli í Vilnius í Litava, sunnudagin, kl. 13.00, føroyska tíð. Kringvarpið vísir dystin.

Málskjúttar hjá Føroyum:
Óli Mittún 8
Elias Ellefsen á Skipagøtu 7
Hákun West av Teigum 6
Teis Horn Rasmussen 5
Rói Berg Hansen 3
Pætur Mikkjalsson 1
Vilhelm Poulsen 1
Tróndur Mikkelsen 1

Málverjar:
Pauli Jacobsen: 38%

Dystargongdin:
5 min: 2-1
10 min: 3-2
15 min: 5-6
20 min: 8-7
25 min: 10-9
30 min: 13-9
35 min: 16-10
40 min: 19-13
45 min: 23-14
50 min: 26-14
55 min: 29-18
60 min: 32-21

Høllin á Hálsi var okkara

7. november 2024

Føroyska manslandsliðið segði farvæl við Høllina á Hálsi við einum sannførandi 32-21 sigri á Kosovo, eftir hálvleiksstøðuna 13-9 til Føroyar. Talan var um sætta føroyska heimasigurin á rað í Høllini á Hálsi. Føroyska liðið var nakað trilvandi at byrja við. Leikferðin var kanska til tíðir skrúva ov høgt upp, og endaði hetta við tekniskum villum. […]

Hesar 18 skulu til EM-endaspælið

5. november 2024

Landsliðsvenjararnir, Claus Leth Mogensen og Simon Olsen, hava úttikið hesar 18 leikararnar, sum skulu umboða Føroyar í EM-endaspælinum í Sveis.

Íblástur við Peter Bredsdorff-Larsen og Tom Riisgard Jensen

1. november 2024

Hóskvøldið 7. november 2024 verður íblástrarvenjing við landsliðsvenjaran hjá monnum, Peter Bredsdorff-Larsen, í Høllin á Hálsi og íblastur til málverjavenjing við málverjavenjaranum hjá A landsliðnum við monnum, Tom Riisgaard Jensen, í Hoyvíkshøllin.

Ein loysn frá Sendistovuni