Meldið til venjaraskeið 1.2

Nú ber til at melda seg til seinna part av stig 1 í HSF-venjaraútbúgvingini. Skeiðið byrjar í februar 2025.

Skeiðið er skipað við online tilfari og trimum samlingum, ið geva luttakarunum bæði ástøðiliga og praktiska vitan.

Fyri at luttaka á stig 1.2 skal luttakarin hava staðið stig 1.1.

Tilmelding fer fram á: https://forms.office.com/e/iSmcAA9QTv.

Freistin at melda til er sunnudagin, 19. januar 2025.

Endamál við skeiðinum
Endamálið við venjaraskeiðinum er at geva venjarum íblástur og amboð til at skipa ein mennandi venjingartíma. Dentur verður lagdur á:

  • Hvussu kann tillagast út frá eygleiðingum í venjingini,
  • Hvussu tryggjað verður, at venjingin stuðlar menningini hjá hvørjum einstøkum leikara,
  • Hvussu skaðafyribyrging kann gerast ein natúrligur partur av venjingini,
  • Fyrstu stig til venjing av málverjum
  • Leiklutur venjarans,

Tíðarætlan:
Online tilfar:
Evni 1: Leiklutur venjarans
Evni 2: Hvussu mennast børn og ung

5. februar 2025, kl. 17:00 – 21:00
Evni: Hvussu skipi eg eina venjing, ið gevur møguleika fyri menning av hvørjum einstøkum leikara.

26. februar 2025, kl. 17:00 – 21:00
Evni: Hvussu eri eg sum venjari.

19. mars 2025, kl. 17:00 – 21:00
Evni: Fyrireiking og eftirmeting av venjingum.

Aldursmark: 16 ár
Kostnaður: 395,00 kr.

U18- Menn – Fingu oyrini í íslendsku maskinuna

19. juli 2026

Tað var tætt eina løtu, men tá íslendingar settu ferð á, var einki at gera. Ísland vann ein tryggjan 40-28 sigur.

U20: Endaðu við tapi fyri Eysturríki

19. juli 2026

Hóast Føroyar høvdu møguleikar í dag, vóru mistøkini ov mong til at gera nakað við Eysturríki.

B dómaraskeið

18. juli 2026

Hósdagin, 20. august 2026, verður B – dómaraskeið í Tórshavn. Skeiðið er frá kl. 17:00 til 21:00 (íroknað B – regultest).

Ein loysn frá Sendistovuni