Atgongumerki til Niðurlond – Føroyar

EM-undankappingardysturin hjá monnum millum Niðurlond og Føroyar verður leiktur í Almere í Niðurlondum, sunnudagin tann 16. mars 2025 kl. 15:00.

DAGFØRING, 6. DESEMBER 2024: ØLL ATGONGUMERKINI ERU SELD.

Um tit ynskja at tryggja tykkum lut í føroysku atgongumerkjunum, kunnu tit boða frá á hsf@hsf.fo. Vinarliga viðmerkið, hvussu nógv atgongumerki tit ynskja. Kostnaðurin fyri atgongumerki er 200,00 kr.

Vit hava longu fingið fleiri fyrispurningar um atgongumerki til dystin. Vit fáa bert tillutaði samanlagt 500 atgongumerki til dystin í Hollandi, tí er at gera skjótt av, um tú ynskir at tryggja tær pláss til dystin.

Dysturin millum Niðurlond og Føroyar verður leiktur í Topsportcentrum høllini í Almere, ið liggur 25 km. uttanfyri Amsterdam.

Heimadysturin ímóti Niðurlondum verður leiktur mikudagin 12. mars 2025 kl. 19:00 við Tjarnir. Atgongumerkini til heimadystin koma til sølu fyrst í 2025.

Stór European Cup vika

29. september 2026

Spennandi European Cup vika er fyri framman fyri kvinnuliðini hjá Neistanum og H71. Neistin skal av landinum og møta tær KHF Samadrexha í Kosovo, meðan H71 tekur móti HB Dudelange úr Luksemborg í Hoyvíkshøllini. Í báðum førðunum liggja dystirnir fríggjadagin og leygardagin.

Atgongumerkjasøla Føroyar – Kosovo

28. september 2026

Mánadagin 5. oktober 2026 kl. 10.00 koma atgongumerkini til fyrsta dystin í EM undankappingini hjá monnum millum Føroyar og Kosovo til sølu. Dysturin verður mikudagin 4. november 2026 kl. 19.00 Við Tjarnir. Sølan verður á tjarnir.fo.

Málverjadagar í heystfríðtíðini

16. september 2026

Vilt tú mennast sum hondbóltsmálverji? Kom til málverjadagar í Høllini á Hálsi í heystfrítíðini.

Ein loysn frá Sendistovuni