HM-lutakast komandi sunnudag

Spennandi lutakastið til HM-playoff dystirnar hjá kvinnum verður komandi sunnudag kl. 12.30 í Wien. Lutakastið verður stroymt á Home of Handball á youtube.

Talan er um úti- og heimadyst, har vinnarin yvir teir tveir dystirnar sleppur til HM-endaspælið, sum verður leikt í Týsklandi og Niðurlondum í døgunum 27. november til 14. desember 2025.

Playoff-dystirnir verða leiktir í viku 15 í apríl, hin fyrri miku- ella hósdagin 9./10. apríl og hin seinni leygar- ella sunnudagin 12./13. apríl.

Góða úrslitið hjá Føroyum í EM-endaspælinum, har Føroyar endaðu nr. 17, hevur tryggjað Føroyum styrkismeting í hægra bólkinum.

Ovari styrkisbólkur:
Danmark ella Svøríki, Montenegro, Pólland, Rumenia, Slovenia, Sveis, , Spania, Eysturríki, Kekkia, Ísland og Føroyar.

Niðari styrkisbólkur:
Norðurmakedonia, Kroatia, Turkaland, Serbia, Portugal, Ukraina, Slovakia, Ísrael, Italia, Kosovo og Litava

Venjararáðstevnan

13. august 2026

Leygardagin 22. august verður venjararáðstevnan við gestaundirvísaranum, Jordi Ribera. Ráðstevnan er fyri venjarar í føroysku feløgunum og verður Við Tjarnir.

Seinasti møguleiki!

10. august 2026

Sunnudagin, 16. august 2026, er seinasti møguleiki at ogna sær føroysku atgongumerkini til HM-endaspælið í Týsklandi. Eftir freistina verða atgongumerkini leysgivin í almennari sølu, har øll kunna ogna sær atgongumerki.

U18-menn: Endaðu nr. 16

9. august 2026

Póllendingar vardu betri í seinna hálvleiki, vórru kaldari og mongu føroysku villurnar kostaðu løtuna tá dysturin skuldi avgerðast. Pólland vann 41-35, eftir at Føroyar vóru frammanfyri 19-18 í hálvleikinum. Føroyar blivu við hesum nr. 16 av teimum 24 liðunum í EM-endaspælinum.

Ein loysn frá Sendistovuni