Til sølu í dag!

Í dag kl. 10.00 koma atgongumerkini til EM-undankappingardystin hjá monnum, Føroyar – Niðurlond, til sølu. Tryggið tykkum atgongumerki her.

Dysturin, mikudagin 12. mars kl. 19.00, verður fyrsti landsdystur í nýggju stórhøllini við Tjarnir, og verður møguleiki at keypa tvey sløg av atgongumerkjum. Sitipláss eru atgongumerki, har setrini eru talmerkt, meðan standipláss eru atgongumerki, har ein kann standa í økinum kring gyrðingina handan áskoðaraplássini. Møguleiki verður at keypa í mesta lagi 6 atgongumerki í hvørjum keypi.

Eitt sitipláss kostar 200 kr., meðan eitt standipláss kostar 150 kr. Eitt avgreiðslugjald kemur afturat í sambandi við keypið.

Væleydnað venjararáðstevna

24. august 2026

Leygardagin skipaði HSF fyri forkunnugari venjararáðstevnan við navnframa hondbólsvenjaranum Jordi Ribera, sum gestaundirvísara. Ráðstevnan var fyri venjarar í føroysku feløgunum.

Komandi venjaraskeið

19. august 2026

Í heyst skipar HSF aftur fyri stig 1 í venjaraútbúgvingini. Byrjað verður við stig 1.1 tann 7. oktober 2026, meðan stig 1.2 byrjar í januar. Skeiðið er skipað við online tilfari og trimum samlingum.

Venjararáðstevnan

13. august 2026

Leygardagin 22. august verður venjararáðstevnan við gestaundirvísaranum, Jordi Ribera. Ráðstevnan er fyri venjarar í føroysku feløgunum og verður Við Tjarnir.

Ein loysn frá Sendistovuni