Leigusáttmáli undirskrivaður við Tjarnir

Í morgin letur stórhøllin við Tjarnir upp fyri almenninginum. Møguleiki verður at vitja millum kl. 11.00 og 17.00. Umsitingin hjá Hondbóltssambandinum kemur at húsast har, og í gjár var leigusáttmálin undirskrivaður.

Regin W. Dalsgaard, stjóri við Tjarnir, Jógvan Emil Nielsen, næstformaður í Hondbóltssambandinum og Andrass Thomsen, stjóri í Hondbóltssambandinum, hittust við Tjarnir í gjár, har leigusáttmálin var undirskrivaður.

Nógvir smálutir eru at fáa greiði á í einum tílíkum sáttmála, men fegnast báðir partar, at nú er komið á mál. Umsitingin hjá Hondbóltssambandinum kemur at húsast við Tjarnir og koma flestu stóru tiltøkini hjá HSF at vera við Tjarnir, herundir steypafinalur og landsdystir. Fyrstu tiltøkini hjá HSF verða steypafinalurnar hjá børnum og vaksnum dagarnar 21. – 23. februar og síðani EM-endankappingardysturin hjá monnummikudagin 12. mars millum Føroyar og Niðurlond.

European Cup viku hjá monnum

7. september 2026

Komandi vikuskiftið eru fýra European Cup dystir hjá monnum á skránni. Allir dystirnir vera á útivølli. VÍF spæla í Kroatia, meðan Kyndil spæla í Eysturríki.

Hondbólturin fær nýggjan heimavøll

4. september 2026

Allir hondbóltsdystir í landskappingini og steypakappingini verða stroymdir á nýggja pallinum Portal Play, sum verður tøkur í dag. Stovna brúkara og hygg ókeypis um vikuskiftið.

Kvinnulandsliðið úttikið

1. september 2026

Fyrireikingarnar til komandi EM-endaspælið hjá kvinnum byrja í næstum. Landsliðsvenjararnir, Claus Leth Mogensen og Simon Olsen, hava úttikið hesar 23 leikarar til venjingar í Føroyum í viku 39, 21. – 29. september.

Ein loysn frá Sendistovuni