33 hava nú tikið stig 1 í venjaraútbúgvingini

Í gjár vóru prógvini fyri venjaraskeið stig 1 handaði. 33 hava nú tikið stig 1 í nýggju føroysku venjaraútbúgvini.

Endamálið við stig 1 er at geva venjarum íblástur og amboð til at skipa ein mennandi venjingartíma. Dentur verður lagdur á:

  • Hvussu kann tillagast út frá eygleiðingum í venjingini,
  • Hvussu tryggjað verður, at venjingin stuðlar menningini hjá hvørjum einstøkum leikara,
  • Hvussu skaðafyribyrging kann gerast ein natúrligur partur av venjingini,
  • Fyrstu stig til venjing av málverjum
  • Leiklutur venjarans

Gabriel Apetrei settur í starv sum dómaramennari

25. august 2026

Hondbóltssambandið hevur sett Gabriel Apetrei í starv sum dómaramennara í HSF, og kemur hann at hava dagligu, yvirskipaðu ábyrgdina av dómaraøkinum í Føroyum saman við Dómaranevndini hjá HSF.

Væleydnað venjararáðstevna

24. august 2026

Leygardagin skipaði HSF fyri forkunnugari venjararáðstevnan við navnframa hondbólsvenjaranum Jordi Ribera, sum gestaundirvísara. Ráðstevnan var fyri venjarar í føroysku feløgunum.

Komandi venjaraskeið

19. august 2026

Í heyst skipar HSF aftur fyri stig 1 í venjaraútbúgvingini. Byrjað verður við stig 1.1 tann 7. oktober 2026, meðan stig 1.2 byrjar í januar. Skeiðið er skipað við online tilfari og trimum samlingum.

Ein loysn frá Sendistovuni