Lutakast hósdagin kl. 16.00

Hósdagin 20. mars kl. 16.00, føroyska tíð, verður lutakastið til komandi EM-undankappingina hjá kvinnum.

Lutakastið kann stroymast her https://www.youtube.com/@HomeofHandball

Av tí at heili 5 lond hýsa EM-endapælinum í 2026, eru bert 6 bólkar í undankappingini hesaferð. Føroyar eru styrkismettar, sum nummar 27 í Europa í løtuni og fella júst uttanfyri pott 3, í pott 4. Styrkismetingin byggir á fýra tær seinasta kappingarnar, ávikavist tvær EM- og tvær HM-kappingar.

Raðfylgjan fyri styrkismetingin sær soleiðis út:
Pottur 1: Frakland, Svøríki, Niðurlond, Týskland, Montenegro, Spania

Pottur 2: Slovenia, Kroatia, Eysturríki, Sveis, Serbia, Ísland

Pottur 3: Norðurmakedonia, Ukraina, Portugal, Italia, Grikkaland, Kosovo

Pottur 4: Føroyar, Finnland, Ísrael, Bosnia Hersegovina, Litava, Belgia

Tvey tey ovastu liðini úr hvørjum bólki, saman við fýra teimum bestu trý´arunum, koma víðari til EM-endaspælið í 2026, sum verður leikt í Póllandi, Rumenia, Kekkia, Slovakia og Turkalandi.

VÍF víðari

12. oktober 2026

Kvinnurnar hjá VÍF megnaðu eisini at spæla seg víðari í European Cup. Trý føroysk lið eru nú komin víðari í Euroepan Cup hjá kvinnum. Lutakastið til triðja umfar verður mikudagin.

Hesir møta Kosovo og Montenegro

8. oktober 2026

Landsliðsvenjararnir Peter Bredsdorff-Larsen og Hjalti Mohr Jacobsen hava úttikið hesar 16 leikararnar til fyrstu tveir dystirnar í nýggju EM-undankappingini, har Føroyar møta Kosovo á heimavølli 4. november og Montenegro á útivølli 8. november.

Kvinnulandsliðið úttikið

7. oktober 2026

Fyrireikingarnar til EM-endaspælið hjá kvinnum halda fram. Landsliðsvenjararnir hava úttikið hesar leikararnar til venjingar og tveir fyrireikingardystir móti Eysturríki. Landsliðið er savnað í tíðarskeiðnum 18. – 25. oktober.

Ein loysn frá Sendistovuni