Kvinnulandsliðið úttikið

Landsliðsvenjararnir hava úttikið hesar 16 leikararnar til HM play-off dystirnar móti Litava, sum verða, ávikavist, heima 9. apríl Við Tjarnir og sunnudagin 13. apríl í Jonava í Litava. Samlaði vinnarin kemur til HM-endaspælið í Týsklandi og Niðurlondum.

Málverjar:
Silja Arngrímsdóttir Müller, Valur (ISL)
Rakul Wardum, Ringkøbing Håndbold (DEN)

Útileikarar:
Lív Sveinbjørnsdóttir Poulsen, EH Aalborg (DEN)
Karin Egholm, H71
Anna Elisabeth Halsdóttir Weyhe, H71
Turið Arge Samuelsen, Kyndil
Pernille Brandenborg, København Håndbold (DEN)
Brynja Høj, Neistin
Bjarta Osberg Johansen, Kyndil
Elsa Egholm, H71
Jana Mittún, Viborg HK (DEN)
Maria Pálsdóttir Nólsoy, HH Elite (DEN)
Fríða Nolsøe Olsen, VÍF
Marita Mortensen, HØJ (DEN)
Súna Krossteig Hansen, Skanderborg Håndbold (DEN)
Lív Bentsdóttir Zachariasen, Ajax Købehavn (DEN)

Fitt av atgongumerkjum eru seld til heimadystin, men enn eru nøkur standipláss at fáa til keyps á atgongumerki.fo. Eisini ber til at ferðast við landsliðnum til tann seinna og avgerðandi dystin í Litava. Les meira her á heimasíðuni hjá Atlantic Airways.

Góður javnleikur móti Eysturríki

22. oktober 2026

Føroysku kvinnurnar vístu sálarstyrki, komu sterkt aftur seinastu løtuna og spældu javnleik 33-33 móti Eysturríki, eftir at Eysturríki var á odda 18-15 í hálvleikinum. Ein gevandi vinardystur, har nýggj andlit, verjusamansetingar og álopskipanir vóru royndar.

H71 gott útgangsstøði

18. oktober 2026

H71-menn standa við einum góðum útgangsstøði undan seinna European Cup dystinum móti kroatisku MRK Trogir. H71 gjørdu bart í gjár fyri fullsettari Hoyvíkshøll og vunnu greitt 34-27.

VÍF víðari

12. oktober 2026

Kvinnurnar hjá VÍF megnaðu eisini at spæla seg víðari í European Cup. Trý føroysk lið eru nú komin víðari í Euroepan Cup hjá kvinnum. Lutakastið til triðja umfar verður mikudagin.

Ein loysn frá Sendistovuni