U19 HM-lutakast

Í morgin, týsdagin 8. apríl kl. 18.00, verður lutakastið til U19 HM-endaspælið hjá monnum. Stroymið lutakastið her.

U19 HM-endaspælið verður hildið í summar í Egyptalandi í døgunum 6. – 17. august. Føroyar vunnu seg til HM-endaspælið við at blíva nr. 15 í EM-endaspælinum, sum var í Montenegro í 2024.

Styrkismetingin til lutakastið sær soleiðis út, har Føroyar eru í potti 4:
Pottur 1: Svøríki, Danmark, Ungarn, Egyptaland, Ísland, Týskland, Serbia, Noreg
Pottur 2: Spania, Slovenia, Portugal, Japan, Tunesia, Sveis, Brasil, Frakland
Pottur 3: Suðurkorea, Kroatia, Guinea, Kekkia, Kuveit, Marokko, Argentina, Uruguay
Pottur 4: Saudi Arabia, Algeria, USA, Bahrein, Meksiko, Føroyar, Eysturríki, Kosovo

U18- Menn – Fingu oyrini í íslendsku maskinuna

19. juli 2026

Tað var tætt eina løtu, men tá íslendingar settu ferð á, var einki at gera. Ísland vann ein tryggjan 40-28 sigur.

U20: Endaðu við tapi fyri Eysturríki

19. juli 2026

Hóast Føroyar høvdu møguleikar í dag, vóru mistøkini ov mong til at gera nakað við Eysturríki.

B dómaraskeið

18. juli 2026

Hósdagin, 20. august 2026, verður B – dómaraskeið í Tórshavn. Skeiðið er frá kl. 17:00 til 21:00 (íroknað B – regultest).

Ein loysn frá Sendistovuni