Atgongumerki til Føroyar – Ukraina

Fríggjadagin 11. apríl kl. 10.00 koma atgongumerkini til EM-undankappingardystin hjá monnum millum Føroyar og Ukraina til sølu. Dysturin verður sunnudagin 11. mai kl. 17.00 Við Tjarnir. Sølan verður á atgongumerki.fo.

Hetta er seinasti og avgerandi dysturin í EM-undankappingini til EM 2026. Alt kann enn henda í bólki 6, har øll liðini enn hava møguleikan at vinna bólkin. Føroyar spæla fyrst útidystin í Kosovo hósdagin 8. mai, og koma síðani heim til Føroyar til seinasta dystin í bólkinum, sunnudagin 11. mai.

Sitipláss eru atgongumerki, har setrini eru talmerkt, meðan standipláss eru atgongumerki, har ein kann standa í økinum kring gyrðingina handan áskoðaraplássini. Børn undir skúlaaldur slappa ókeypis inn, men mugu tá sita hjá einum vaksnum. Um tey ynskja egið setur krevur hetta atgongumerki. Møguleiki verður at keypa í mesta lagi 6 atgongumerki í hvørjum keypi.

Eitt sitipláss kostar 200 kr., meðan eitt standipláss kostar 150 kr. Eitt avgreiðslugjald kemur afturat í sambandi við keypið.

Atgongumerki, ið verða seld øðrum oman fyri ásetta virði, verður mett at vera svartabørshandil. Svartabørshandil kann verða meldaður til løgregluna.

European Cup viku hjá monnum

7. september 2026

Komandi vikuskiftið eru fýra European Cup dystir hjá monnum á skránni. Allir dystirnir vera á útivølli. VÍF spæla í Kroatia, meðan Kyndil spæla í Eysturríki.

Hondbólturin fær nýggjan heimavøll

4. september 2026

Allir hondbóltsdystir í landskappingini og steypakappingini verða stroymdir á nýggja pallinum Portal Play, sum verður tøkur í dag. Stovna brúkara og hygg ókeypis um vikuskiftið.

Kvinnulandsliðið úttikið

1. september 2026

Fyrireikingarnar til komandi EM-endaspælið hjá kvinnum byrja í næstum. Landsliðsvenjararnir, Claus Leth Mogensen og Simon Olsen, hava úttikið hesar 23 leikarar til venjingar í Føroyum í viku 39, 21. – 29. september.

Ein loysn frá Sendistovuni