6 endapøl í ár

Tað er ikki bert okkara A-landslið við monnum og kvinnum, ið hava tryggjað sær luttøku í HM og EM endaspølum. Komandi árið eru 6 endaspøl á skránni.

✅ A-kvinnur, HM í Týsklandi og Niðurlondum

️✅️ A-menn, EM í Danmark, Norra og Svøríki

✅️ U21 menn, HM í Pólandi

✅️ U19 kvinnur, EM í Montenegro

✅️ U19 menn, HM í Egyptalandi

️✅️ U17 kvinnur, EM í Montenegro

Góður javnleikur móti Eysturríki

22. oktober 2026

Føroysku kvinnurnar vístu sálarstyrki, komu sterkt aftur seinastu løtuna og spældu javnleik 33-33 móti Eysturríki, eftir at Eysturríki var á odda 18-15 í hálvleikinum. Ein gevandi vinardystur, har nýggj andlit, verjusamansetingar og álopskipanir vóru royndar.

H71 gott útgangsstøði

18. oktober 2026

H71-menn standa við einum góðum útgangsstøði undan seinna European Cup dystinum móti kroatisku MRK Trogir. H71 gjørdu bart í gjár fyri fullsettari Hoyvíkshøll og vunnu greitt 34-27.

VÍF víðari

12. oktober 2026

Kvinnurnar hjá VÍF megnaðu eisini at spæla seg víðari í European Cup. Trý føroysk lið eru nú komin víðari í Euroepan Cup hjá kvinnum. Lutakastið til triðja umfar verður mikudagin.

Ein loysn frá Sendistovuni