Stroyming Føroyar – Portugal

Ert tú staddur í Føroyum ella Danmark og ynskir tú at stroyma HM-hálvfinaluna millum Føroyar og Portugal, so kann tað gerðast ígjøgnum hetta leinki. Tað kostar 8 euro. Arbeitt verður við at fáa føroyskt frásøgufólk á dystin.

Tað er ikki gjørligt at stroyma dystin á youtube síðuni hjá IHF, hetta um tú er stødd/staddur í Føroyum ella í londum, har rættindini eru seld. Dysturin er í kvøld, fríggjakvøld kl. 20.00.

https://handball-globe.tv/ihf-junior…/games/g/oymgjmen

Væleydnað venjararáðstevna

24. august 2026

Leygardagin skipaði HSF fyri forkunnugari venjararáðstevnan við navnframa hondbólsvenjaranum Jordi Ribera, sum gestaundirvísara. Ráðstevnan var fyri venjarar í føroysku feløgunum.

Komandi venjaraskeið

19. august 2026

Í heyst skipar HSF aftur fyri stig 1 í venjaraútbúgvingini. Byrjað verður við stig 1.1 tann 7. oktober 2026, meðan stig 1.2 byrjar í januar. Skeiðið er skipað við online tilfari og trimum samlingum.

Venjararáðstevnan

13. august 2026

Leygardagin 22. august verður venjararáðstevnan við gestaundirvísaranum, Jordi Ribera. Ráðstevnan er fyri venjarar í føroysku feløgunum og verður Við Tjarnir.

Ein loysn frá Sendistovuni