Burn stuðlar mansdeildini

Komandi leygardag, tann 13. september, byrjar Burn-kappingin í hondbólti. Sáttmálin um navnið á mansdeildini er nú eisini longdur fyri tvey tey komandi kappingarárini.

Umboð fyri HSF, Gunn Ellefsen, starvsnevndarforkvinna, og fyri Burn, Jákup Súni Berg, stjóri, hittust í farnu viku í stásiligu hølunum hjá Burn Klakssik í Berjabrekku og skrivaðu undir nýggja sáttmálan.

– Jákup Suni Berg viðmerkir til samstarvið, at tað er hugaligt at vera viðspælari í einari ítróttargrein, har tað kropsliga hevur stóran týdning. Leikararnir í Burn deildini sýnast alsamt at blíva sterkari og kvikari fyri hvørt kappingarár. Hetta sæst eisini aftur, har føroysku leikarar blíva alsamt meira kappingarførðir á altjóða pallinum.”

Gunn Ellefsen sigur um samstarvið, «at Burn er eftirhondini vorðin sterkasta ímyndin av kropsligari venjing í Føroyum. Kropsliga venjingin at nakað vit hava lagt stóran dent á at lyfta í hondbóltinum tey seinastu árini, og hevur Burn verið ein góður viðspælari á hesum økinum.”

Við sáttmálanum er Burn-samleikin sjónligur í øllum viðurskiftum hvat kappingi viðvíkur.

Hesi liðini møtast í fyrsta umfari í Burn-kappingini:

Leygardagin 13. september
Kl. 16.00 StÍF – H71

Sunnudagin 14. september
kl. 16.00 Team Klaksvík – Neistin Kl. 18.00 Kyndil – VÍF

Væleydnað venjararáðstevna

24. august 2026

Leygardagin skipaði HSF fyri forkunnugari venjararáðstevnan við navnframa hondbólsvenjaranum Jordi Ribera, sum gestaundirvísara. Ráðstevnan var fyri venjarar í føroysku feløgunum.

Komandi venjaraskeið

19. august 2026

Í heyst skipar HSF aftur fyri stig 1 í venjaraútbúgvingini. Byrjað verður við stig 1.1 tann 7. oktober 2026, meðan stig 1.2 byrjar í januar. Skeiðið er skipað við online tilfari og trimum samlingum.

Venjararáðstevnan

13. august 2026

Leygardagin 22. august verður venjararáðstevnan við gestaundirvísaranum, Jordi Ribera. Ráðstevnan er fyri venjarar í føroysku feløgunum og verður Við Tjarnir.

Ein loysn frá Sendistovuni