Hondbólturin flýgur framvegis á føroyskum veingjum

Atlantic Airways hevur verið ein av trúgvastu stuðlunum á føroysku hondbóltsleiðini seinastu árini, og hava Hondbóltssamband Føroya og Atlantic Airways nú longt stuðulssamstarvið til 2028.

Gunn Ellefsen, starvsnevndarforkvinna í HSF, og Jóhanna á Bergi, stjóri í Atlantic Airways, hittust í farnu viku, Við Tjarnir, og skrivaðu undir nýggja sáttmálan. Atlantic Airways skal eisini flúgva føroyska kvinnulandsliðið beinleiðis til HM-endaspælið í Trier seinni í ár, og vóru landsliðsleikararnir, Súna Krossteig Hansen og Maria Pálsdóttir Nólsoy, eisini og heilsaðu uppá.

  • Vit vilja fegin vera ein virkin viðleikari hjá Hondbóltssambandi Føroya. Vit hava í nógv ár flogið landsliðini út í heim og hava eisini merkt økta virksemið og framgongdina. Ein slík avtala er ikki ’bara’ eitt samstarv fyri okkum. Hetta er eisini ein samfelagsábyrgd m.a. í og við, at vit skipaðu fyri beinleiðis flutningi til EM-endaspølini hjá kvinnum og monnum í Basel og Berlin fjør, og ikki minst aftur í vetur, tá ið vit fara at flúgva beinleiðis til HM hjá kvinnunum í Trier, umframt at fleiri eyka flogfør eru sett inn til EM hjá monnunum í Oslo í januar, sigur Jóhanna á Bergi.

Gunn Ellefsen, forkvinna í Hondbóltsambandi Føroya viðmerkir:

  • Tað er vorðið soleiðis, at Atlantic Airways og føroysku landsliðini í hondbólti hanga saman. Atlantic Airways hevur stuðlað í nógv ár, og vit gleðast um, at hetta heldur fram. Sum hondbólturin mennir seg til at vera í heimsflokki, halda vit, tað er gott at kunna flúgva í heimsflokki, hagar vit skulu.

U18- Menn – Fingu oyrini í íslendsku maskinuna

19. juli 2026

Tað var tætt eina løtu, men tá íslendingar settu ferð á, var einki at gera. Ísland vann ein tryggjan 40-28 sigur.

U20: Endaðu við tapi fyri Eysturríki

19. juli 2026

Hóast Føroyar høvdu møguleikar í dag, vóru mistøkini ov mong til at gera nakað við Eysturríki.

B dómaraskeið

18. juli 2026

Hósdagin, 20. august 2026, verður B – dómaraskeið í Tórshavn. Skeiðið er frá kl. 17:00 til 21:00 (íroknað B – regultest).

Ein loysn frá Sendistovuni