Tróndur og Nicholas venja U08-kvinnur

Hondbóltssambandið hevur sett Trónd Kragesteen og Nicholas Satchwell sum venjarar hjá U08-landsliðnum hjá kvinnum.

Tróndur hevur royndir sum ungdómsvenjari, bæði í Neistanum og við ungdómslandsliðum. Nicholas venur í løtuni neistakvinnur, og hevur hann eisini royndir sum málverjavenjari í landsliðshøpi.

Kvinnurnar, sum eru føddar í 2008 og 2009, hava áður roynt seg í European Open og í U17 EM-endaspælinum, og skulu komandi summar til Turkalands á venjingarlegu, har landsdystir móti Turkalandi eisini eru á skrá. Næsta summar aftur, í 2027, skal hesin árgangurin spæla EHF Championship kapping.

Komandi venjaraskeið

19. august 2026

Í heyst skipar HSF aftur fyri stig 1 í venjaraútbúgvingini. Byrjað verður við stig 1.1 tann 7. oktober 2026, meðan stig 1.2 byrjar í januar. Skeiðið er skipað við online tilfari og trimum samlingum.

Venjararáðstevnan

13. august 2026

Leygardagin 22. august verður venjararáðstevnan við gestaundirvísaranum, Jordi Ribera. Ráðstevnan er fyri venjarar í føroysku feløgunum og verður Við Tjarnir.

Seinasti møguleiki!

10. august 2026

Sunnudagin, 16. august 2026, er seinasti møguleiki at ogna sær føroysku atgongumerkini til HM-endaspælið í Týsklandi. Eftir freistina verða atgongumerkini leysgivin í almennari sølu, har øll kunna ogna sær atgongumerki.

Ein loysn frá Sendistovuni