Rimmar sigur í Reykjavík

Við verjuspæli í serflokki vunnið Føroyar fyri fyrstu ferð á Íslandi í kvinnuhondbólti. Føroyar vóru betri og vunnu 24-22, eftir javnleik 11-11 í fyrra hálvleiki.

Føroyar byrjaðu dystin betri. Verjan stóð serstakliga væl við Lív Zachariasen og Pernille Brandenborg í miðverjuni, og vóru íslendsku skotini væl trýst, sum hjálpti Rakul Wardum væl í føroyska málinum. Álopsspælið var eisini fyri tað mesta gott, serliga spælið ein móti einari, har Súna Krossteig Hansen og Jana Mittún vóru eyðsýndar, eisini funnu tær Pernille væl á strikuni. Okkara vóru hvassari fyrstu 15 minuttirnar og vóru á odda 7-3, áðrenn íslendingar tóku leikbrá. Bæði liðini brendu heldur illa í fyrra hálvleiki og høvdu bæði liðini undir 50% í úrtøku, har íslendski málverjin stóð við 50% og Rakul við 31%. Tað hepnaðist betri hjá Íslandi eftir leikbráið, meðan okkara brendu nakrar møguleikar, føroyska leiðslan var skjótt etin og fylgdust liðini seinastu løtuna til hálvleiks, tá støðan var 11-11.

Føroyar fingu somu góðu byrjan í seinna, sum í fyrra hálvleiki. Verjan stóð væl og okkara øktu til 14-11, áðrenn ísland svaraðu aftur. Okkara brendu ov illa ta einu løtuna og Ísland kom fram um 17-16 eftir 45 minuttir. Føroysku kvinnurnar komu tó leypandi til góðar málmøguleikar og svaraðu aftur. 18-ára gamla Gylta á Neystabø kom inn í sínum frumdysti og hevði hon tríggjar avgerandi bjargingar seinastu løtuna. Okkara hómaðu stigini og bardust sum úlvar í verjuni seinastu løtuna. Tá 5 minuttir restaðu vóru okkara frammanfyri við trimum og megnaðu at halda leiðsluna. Føroyar hava fingið eina dreymabyrjan uppá EM-undankappingina og vinna 24-22 á Íslandi.

Næsti dystur hjá Føroyum verður komandi leygardag kl. 19.00 Við Tjarnir, har Montenegro kemur á vitjan. Montenegro er styrkismett ovast í bólkinum og vunnu tær eisini tryggan 29-22 sigur á Portugal í kvøld. Atgongumerki fáast til keyps á atgongumerki.fo.

Málskjúttar hjá Føroyum:
Jana Mittún 7
Pernille Brandenborg 6
Súna Krossteig Hansen 4
Rannvá Olsen 2
Lív Bentsdóttir Zachariasen 1
Lív Sveinbjørnsdóttir Poulsen 1
Maria Pálsdóttir Nólsoy 1
Anna Elisabeth Halsdóttir Weyhe (1)
Maria Halsdóttir Weyhe (1)

Málverjar:
Rakul Wardum 6 bjargingar, 29%
Gylta Djurhuus á Neystabø 3 bjargingar, 30%

Dystargongdin Ísland – Føroyar:
5 min: 2-2
10 min: 3-4
15 min: 3-6
20 min: 7-8
25 min: 9-10
30 min: 11-11
35 min: 11-14
40 min: 14-16
45 min: 17-17
50 min: 17-20
55 min: 20-22
60 min: 22-24

Fram við Fønix

11. november 2025

P/F Fønix hevur verið stuðul hjá føroyskum hondbólti síðani 2022 og stórstuðul síðani 2024. Sáttmálin er nú longdur til 2028. Fønix er fyritøka, sum m.a. selur alskyns útgerð innan trygd, sveising og gass, bæði til fyritøkur og privat.

HSF og Smyril Line samstarvað í 12 ár

5. november 2025

Hondbóltssambandið og P/F Smyril Line hava gjørt nýggja stuðulsavtalu og longt verandi samstarv fram til 2028. Tá hava partarnir fylgst og samstarvað í 12 ár.

HM-liðið úttikið

3. november 2025

Landsliðsvenjararnir, Claus Leth Mogensen og Simon Olsen, hava úttikið hesar 18 leikararnar, sum skulu umboða Føroyar í HM-endaspælinum í Týsklandi og Niðurlondum.

Ein loysn frá Sendistovuni