Stór European Cup vika

Komandi dagarnar eru heili fýra European Cup dystir hjá monnum á skránni. Allir dystirnir vera á útivølli. H71 spæla í Bosnia Hersegovina, meðan StÍF spæla í Serbia.

H71-menn spæla í dag, hósdag, og leygardagin móti Bosnisku RK Konjuh Zivinice, meðan StÍF møta serbisku HC Vojvodina fríggja- og sunnudagin.

Dystirnir liggja soleiðis, talan er um føroyskar tíðir:
Hósdagur 16. oktober kl. 18.00 RK Konjuh Zivinice – H71
Fríggjadagur 17. oktober kl. 17.00 HC Vojvodina – StÍF
Leygardagur 18. oktober kl. 18.00 RK Konjuh Zivinice – H71
Sunnudagur 19. oktober kl. 17.00 HC Vojvodina – StÍF

H71 gott útgangsstøði

18. oktober 2026

H71-menn standa við einum góðum útgangsstøði undan seinna European Cup dystinum móti kroatisku MRK Trogir. H71 gjørdu bart í gjár fyri fullsettari Hoyvíkshøll og vunnu greitt 34-27.

VÍF víðari

12. oktober 2026

Kvinnurnar hjá VÍF megnaðu eisini at spæla seg víðari í European Cup. Trý føroysk lið eru nú komin víðari í Euroepan Cup hjá kvinnum. Lutakastið til triðja umfar verður mikudagin.

Hesir møta Kosovo og Montenegro

8. oktober 2026

Landsliðsvenjararnir Peter Bredsdorff-Larsen og Hjalti Mohr Jacobsen hava úttikið hesar 16 leikararnar til fyrstu tveir dystirnar í nýggju EM-undankappingini, har Føroyar møta Kosovo á heimavølli 4. november og Montenegro á útivølli 8. november.

Ein loysn frá Sendistovuni