Inn í framtíðina saman við Føroya Tele

Hondbóltssamband Føroya og Føroya Tele hava longt stuðulssamstarvið fram til 2028.

Føroya Tele hevur verið stórstuðul hjá føroyskum hondbólti síðani 2020, og herfyri tá kvinnulandsliðið var savnað, høvdu tær høvi at vitja høvuðssætið í Klingruni 3, har tær fingu ein góðan bita í kantinuni millum venjingarnar. Samstundis skrivaðu Eva Skeel Nolsø, menningarstjóri í Føroya Tele, og Andrass Thomsen, stjóri í Hondbólssambandi Føroya, undir nýggju samstarvsavtaluna.

Um longda stuðulssamstarvið sigur Eva Skeel Nolsø:

  • Vit eru ótrúliga errin av at stuðla føroyskum hondbólti og eru fegin um, at stuðulsavtalan er longd. Framburðurin í hondbóltinum tey seinastu árini er ómetaliga stórur, og tað er ein fragd at síggja alt Føroya fólk standa saman og stuðla landsliðunum. Tað er eingin ivi hjá okkum um, at vit eiga at standa saman og stuðla.

Andrass Thomsen, stjóri í Hondbóltssambandi Føroya sigur:

  • Vit fegnast um, at Føroya Tele heldur fram sum stuðul. Tey byrjaðu at stuðla í eini tíð, tá tað vit ikki vistu ordiliga, hvat fór at henda, og hava verið við á ferðini, meðan landsliðini hava spælt upp við teimum bestu. Langa søgan hjá Føroya Tele og teirra grundvirðir samsvara væl við tað, sum vit leggja fyri dagin í Hondbóltssambandinum. Vit knýta Føroyar saman á hvør sín hátt.

Verjuavrik tryggjaði sigurin

4. mars 2026

Við einum rimmar verju- og málverjaavrikið av Rakul Wardum vunnu føroysku kvinnurnar trygt, 25-21, á Portugal Við Tjarnir í kvøld. Hóast álopið ikki var heilt í topp allan dystin, so var verjuavrikið nóg mikið, og hildu okkara Portugal heilt niðri á 21 málum.

Nýggjur veruleiki í føroyskum hondbólti

3. mars 2026

Tá Annika Fríðheim, sum trý ára gomul, fyrstu ferð traðkaði á ein hondbóltsvøll, hevði hon ikki ímyndað sær, hvussu stóran leiklut hondbólturin fór at hava í lívi hennara. Í dag er hon landsliðsmálverji hjá Føroyum, lesandi í Aarhus, leikari í EH Aalborg og roynir samstundis at fáa gerandisdagin at ganga upp saman við makanum Hjalta, […]

Effo og Hondbóltssamband Føroya hava longt samtarvið

27. februar 2026

Við hesum heldur samstarvið fram, sum hevur verið við til at styrkja karmarnar fyri bæði landsliðs- og breiddarhondbóltin. Sum stórstuðul hevur Effo verið sjónligt á flestu pallunum hjá HSF, bæði í sambandi við landsdystir, kappingar og tiltøk runt Føroyar.

Ein loysn frá Sendistovuni