Taptu dystin í seinna hálvleiki

Hóast sera gott føroyskt avrik í fyrra hálvleiki, vísti Montonegro hví teir eru í heimstoppinum í kvinnuhondbólti í seinna hálvleiki. Montenegro vann 32-26, eftir hálvleiksstøðuna 14-14.

Føroyar byrjaðu dystin sera væl og komu fram um 5-2 eftir sjey minuttir. Rakul Wardum stóð sera væl í føroyska málinum og spældu Jana Mittún og Súna Krossteig Hansen við montenegrinsku verjuna við teirra kvika spæli, ein móti einari. Stígur kom tó í føroyska spælið eina løtu og vann Montenegro næstu løtuna 9-2. Alt riggaði hjá gestunum, har serliga kropsterki strikuleikarin var eyðsýnd. Okkara ernaðust tó aftur og megnaðu at koma uppá javnt til hálvleiks. Føroyar spældu 7 móti 6, sum Maria Weyhe skipaði væl saman við kviku Janu og Súnu. Liðini fóru til hálvleiks við 14-14.

Montenegro sat á dystinum frá byrjan í seinna hálvleiki. Tær høvdu eina krútsterka verja og høvdu okkara trupult við finna loysnir. Føroyska álopsspælið gjørdist alt meira leitandi og sníktu villur seg eisini uppí spælið. Montenegro øktu so líðandi um leiðsluni, hetta áðrenn okkara minkaðu við tveimum móti dystarloki. Hvørt mál telur í undankappingini og var eitt 32-26 tap móti einum liðið úr heimstoppinum til at liva við tá alt kom til alt.

Næsti dystur hjá Føroyum verður ein venjingardystur móti Íslandi við Tjarnir leygardagin 22. november. Hetta áðrenn liðið fer til HM-endaspælið í Trier.

Málskjúttar hjá Føroyum

Jana Mittún 6
Pernille Brandenborg 5 (2)
Súna Krossteig Hansen 4
Lív Sveinbjørnsdóttir Poulsen 3
Anna Elisabeth Halsdóttir Weyhe 3
Elsa Egholm 1
Bjarta Osberg Johansen 1
Rannvá Olsen 1
Maria Páldóttr Nólsoy 1
Maria Halsdóttir Weyhe 1 (1)

Málverjar:
Rakul Wardum, 8 bjarnginar, 25%
Gylta Djurhuus á Neystabø, 1 bjarging, 11%

H71 gott útgangsstøði

18. oktober 2026

H71-menn standa við einum góðum útgangsstøði undan seinna European Cup dystinum móti kroatisku MRK Trogir. H71 gjørdu bart í gjár fyri fullsettari Hoyvíkshøll og vunnu greitt 34-27.

VÍF víðari

12. oktober 2026

Kvinnurnar hjá VÍF megnaðu eisini at spæla seg víðari í European Cup. Trý føroysk lið eru nú komin víðari í Euroepan Cup hjá kvinnum. Lutakastið til triðja umfar verður mikudagin.

Hesir møta Kosovo og Montenegro

8. oktober 2026

Landsliðsvenjararnir Peter Bredsdorff-Larsen og Hjalti Mohr Jacobsen hava úttikið hesar 16 leikararnar til fyrstu tveir dystirnar í nýggju EM-undankappingini, har Føroyar møta Kosovo á heimavølli 4. november og Montenegro á útivølli 8. november.

Ein loysn frá Sendistovuni