European Cup er av

Hóast góð avrik, so er tað greitt, at European Cup er av fyri føroysku liðini hetta kappingarárini. StÍF og H71 taptu samanlagt, í ávikavist Serbia og Bosnia Hersegovina, og eru sostatt, eins og H71-kvinnur, úti úr European Cup.

StÍF høvdu eitt avbjóðandi lutakast við serbisku Vojvodina og taptu eisini greitt, 38-27 og 34-21, 72-48 samanlagt. Talan var um mótstøðu, sum spældi upp móti europeiskum stórfeløgum í European League seinasta kappingarár, men gjørdu StÍF ein góðan figur, serliga í fyrra dystinum.

H71 høvdu møguleikar móti bosnisku Konjuh Zivinice, men taptu ov nógv í fyrra dystinum, 36-28. Tað órógvaði tíverri verjuspælið nógv, at Peter Krogh fekk reytt kort eftir 5 minuttir. Hoyvíkingar vóru nær við at vinna tapið innaftur í seinna dystinum, men blivu tvey mál ov stuttir. H71 vann 26-20, men taptu 56-54 samanlangt.

Hesir møta Kosovo og Montenegro

8. oktober 2026

Landsliðsvenjararnir Peter Bredsdorff-Larsen og Hjalti Mohr Jacobsen hava úttikið hesar 16 leikararnar til fyrstu tveir dystirnar í nýggju EM-undankappingini, har Føroyar møta Kosovo á heimavølli 4. november og Montenegro á útivølli 8. november.

Kvinnulandsliðið úttikið

7. oktober 2026

Fyrireikingarnar til EM-endaspælið hjá kvinnum halda fram. Landsliðsvenjararnir hava úttikið hesar leikararnar til venjingar og tveir fyrireikingardystir móti Eysturríki. Landsliðið er savnað í tíðarskeiðnum 18. – 25. oktober.

Faxe Kondi kappingin byrjar í dag

6. oktober 2026

Fyrsti dysturin í Faxe Kondi steypakappingini hjá monnum verður leiktur í kvøld kl. 20.30 í Hoyvíkshøllini, har H71 2 møta Neistanum 2. Dysturin kann eisini stroymast á Portal Play.

Ein loysn frá Sendistovuni