Fram við Fønix

P/F Fønix hevur verið stuðul hjá føroyskum hondbólti síðani 2022 og stórstuðul síðani 2024. Sáttmálin er nú longdur til 2028. Fønix er fyritøka, sum m.a. selur alskyns útgerð innan trygd, sveising og gass, bæði til fyritøkur og privat.

Jógvan Emil Nielsen, næstformaður í HSF, var herfyri og vitjaði hjá Fønix í Mykinesgøtu 8, har nýggi sáttmálin var undirskrivaður saman við Bárði Simonsen, stjóra í Fønix.

– Vit fegnast um at Fønix vil halda fram saman við okkum. Fønix selur m.a. annað trygd, og hesin stuðul er eisini við til at flyta okkum trygt fram, tá vit skulu kappast á hægsta støði til HM- og EM-endapøl um stutta tíð, sigur Jógvan Emil, næstformaður.

Bárður Simonsen viðmerkir til nýggja sáttmálan, – at nú gleða vit okkum saman við Føroya fólki til at fylgja við okkara kvinnum og monnum til HM og EM. Hetta er nakað tjóðin stendur saman um, og tað vilja vit sum stuðlar eisini.

Væleydnað venjararáðstevna

24. august 2026

Leygardagin skipaði HSF fyri forkunnugari venjararáðstevnan við navnframa hondbólsvenjaranum Jordi Ribera, sum gestaundirvísara. Ráðstevnan var fyri venjarar í føroysku feløgunum.

Komandi venjaraskeið

19. august 2026

Í heyst skipar HSF aftur fyri stig 1 í venjaraútbúgvingini. Byrjað verður við stig 1.1 tann 7. oktober 2026, meðan stig 1.2 byrjar í januar. Skeiðið er skipað við online tilfari og trimum samlingum.

Venjararáðstevnan

13. august 2026

Leygardagin 22. august verður venjararáðstevnan við gestaundirvísaranum, Jordi Ribera. Ráðstevnan er fyri venjarar í føroysku feløgunum og verður Við Tjarnir.

Ein loysn frá Sendistovuni