EM-liðið úttikið

Landsliðsvenjararnir, Peter Bredsdorff-Larsen og Hjalti Mohr Jacobsen, hava úttikið hesar 18 leikararnar, sum skulu umboða Føroyar í EM-endaspælinum í januar, sum verður leikt í Danmark, Noreg og Svøríki.

Málverjar:
Pauli Jacobsen, HC København (DEN)
Aleksandar Lacok, TSV St. Otmar Handball St. Gallen (SUI)

Bakkar:
Tróndur Mikkelsen, HF Karlskrona (SWE)
Rói Ellefsen á Skipagøtu, IF Hallby HK (SWE)
Óli Mittún, GOG (DEN)
Elias Ellefsen á Skipagøtu, THW Kiel (GER)
Pauli Mittún, Team Sydhavsøerne (DEN)
Vilhelm Poulsen, TSV Hannover-Burgdorf (GER)
Kjartan Johansen, Elitesport Vendsyssel (DEN)
Bjarni í Selvindi, Valur (ISL)

Vengur:
Rói Berg Hansen, Køge Håndbold (DEN)
Leivur Mortensen, HC København (DEN)
Hákun West av Teigum, Füchse Berlin, (GER)
Allan Norðberg, Valur (ISL)

Strikur:
Teis Horn Rasmussen, Ribe-Esbjerg HH (DEN)
Pætur Mikkjalsson, Team Sydhavsøerne (DEN)
Ísak Vedelsbøl, IK Sävehof (SWE)
Helgi Hildarson Hoydal, H71 (FAR)

Av hesum 18 vera 16 leikarar við til hvønn dyst.

Føroyska liðið savnast til venjingar tann 3. januar í Havn og er saman fram til EM-endaspælið. Føroyar spæla venjingardystir móti Italia við Tjarnir, fríggjadagin 9. januar kl. 19.00 og sunnudagin 11. januar kl. 17.00. Atgongumerki til hesar dystirnar kunnu keypast á tjarnir.fo.

Mikudagin 14. jan. ferðast liðið til Oslo, hareftir leiksskráin hjá Føroyum sær soleiðis út:
Fríggjadagin 16. jan kl. 19.30 Føroyar – Sveis
Sunnudagain 18. jan kl. 17.00 Montenegro – Føroyar
Týsdagin 20. jan kl. 19.30 Slovenia – Føroyar

Sannførandi sigur á Eysturríki

24. oktober 2026

Føroysku kvinnurnar vístu tenn og góða breidd í seinna vinardystinum móti Eysturríki. Okkara vístu seg sera ágrýtnar og málsóknar og vunnu sannførandi 32-27, eftir at Føroyar vóru á odda 13-12 í hálvleikinum.

Góður javnleikur móti Eysturríki

22. oktober 2026

Føroysku kvinnurnar vístu sálarstyrki, komu sterkt aftur seinastu løtuna og spældu javnleik 33-33 móti Eysturríki, eftir at Eysturríki var á odda 18-15 í hálvleikinum. Ein gevandi vinardystur, har nýggj andlit, verjusamansetingar og álopskipanir vóru royndar.

H71 gott útgangsstøði

18. oktober 2026

H71-menn standa við einum góðum útgangsstøði undan seinna European Cup dystinum móti kroatisku MRK Trogir. H71 gjørdu bart í gjár fyri fullsettari Hoyvíkshøll og vunnu greitt 34-27.

Ein loysn frá Sendistovuni