Grannarnir stinnari

Ísland hevði meira krút eftir í seinasta dystinum í HM-endaspælinum. Ísland vann 33-30, eftir hálvleiksstøðuna 16-14 til Ísland.

Okkara vóru ikki nóg neyvar í avgerandi løtunum. 6-0 verjan stóð ikki nóg væl frá byrjan og hóast 5-1 mundi vent gongdini, so bragdaði ikki í longdini. Okkara høvdu góðar løtur og komu til kjansir, men ov nógvir av teimum blivu tíverri brendir til at dysturin kundi venda.

Eftir dystin var Jana Mittún kosin besti leikari í dystinum av IHF, meðan sona.fo valdi Anniku Fríðheim Petersen, føroyska málverjan. HM-ævintýrið er nú av. Føroyar vunnu tveir dystir, spældu ein javnan og taptu trýggjar. Við einum sigri høvdu okkara endað millum 9.-12. pláss, men hevur tapið við sær, at Føroyar enda millum 17. og 20. pláss.

Málskjúttar hjá Føroyum:
Jana Mittún 6
Súna Krossteig Hansen 6
Rannvá Olsen 5
Pernille Brandenborg 5
Maria Halsdóttir Weyhe 4 (4)
Lív Sveinbjørnsdóttir Poulsen 2
Bjarta Johansen 1
Karin Egholm 1

Málsverjar:

Rakul Wardum 1 bjargingar, 8 %
Annika Fríðheim Petersen 9 bjargingar, 33 %

Dystargongdin Føroyar – Ísland:
5 min: 4-3
10 min: 5-7
15 min: 7-12
20 min: 10-14
25 min: 13-16
30 min: 14-16
35 min: 16-20
40 min: 19-23
45 min: 21-26
50 min: 25-28
55 min: 27-29
60 min: 30-33

U16-kvinnur: Serbia betri

29. juni 2026

Hóast føroysku U16-kvinnurnar sýndu betri spæl í fyrra hálvleiki í mun til dystin í morgun móti Niðurlendingum, so var tað skjótt greitt, at Serbia hevði fleiri streingir at spæla uppá og vunnu tær greitt 21-12, eftir 11-8 í hálvleikinum.

U16-kvinnur: Taptu fyri sterkum niðurlendingum

29. juni 2026

Føroysku U16-kvinnurnar fingu seg royndar móti einum sterkum niðurlendskum liðið í fyrsta dystinum í European Open. Niðurlendingar vunnu 17-14, eftir at tær vóru á odda 8-5 í hálvlekinum.

U16 European Open byrjar í dag

29. juni 2026

Komandi vikuna skulu føroysku U16-kvinnurnar kappast í European Open, sum verður leikt í Gøteborg.

Ein loysn frá Sendistovuni