Stríddu seg til stig

Við einari stórspælandi Janu Mittún á odda, tryggjaðu Føroyar sær eitt stig móti Serbia í dag. Dysturin lá og ridlaði seinastu 10 minuttirnar, og skoraði Jana Mittún uppá brotskast í seinastu sekundunum til 31-31, eftir at Serbia var á odda 16-14 í hálvleikinum.

Tað gjørdist talan um ein sannan gýsara í Dortmund. Serbia var omaná til um miðjan seinna hálvleik, tá okkara endiliga løgdu seg á odda. Okkara høvdu eisini møguleikar næstu 10 minuttirnar at avgera dystin, men kunnu okkara iðra seg um misnýttar málmøguleikar. Serbia hevði munin seinastu 5 minuttirnar, men góvu okkara ongantíð upp. Við at fáa brotskast í síðstu sekundunum fyri eitt mistak, sum serbar gjørdu á okkara hálvu í seinasta sekundunum, var ábyrding løgd á dagsins leikara, Janu Mittún. Støðan minti um hana í Berlin í januar í fjør, tá Elias á Skipagøtu tryggjaði Føroyum fyrsta EM-stigið við brotskasti. Jana Mittún var ísakøld og setti bóltin trygt í netið, eftir at okkara fyrr í dystinum høvdu brent trý. Úrslitið gjørdist harvið 31-31.

Eftir dystin var Jana Mittún kosin besti leikari í dystinum av IHF, somuleiðis av sona.fo. Tvey stig høvdu verið góð, men sum seinasta løtan háttaði seg, skulu okkara vera nøgdar við tað eina stigið. Uttan tvey stig í dag, eru Føroyar tó úti úr dystinum um fjórðingsfinaluna. Enn er tó pláss at spæla um í mun til samlaðu raðfylgjuna og kann hetta hava týdning fyri framtíðar styrkismetingar. Seinasti dysturin í HM-endaspælinum verður sostatt leygardagin kl. 19.30 móti Íslandi.

Føroysku málskjúttarnir:
Jana Mittún 10 (1)
Pernille Brandenborg 6 (3)
Súna Krossteig Hansen 5
Maria Pálsdóttir Nólsoy 4
Lív Sveinbjørnsdóttir Poulsen 4
Anna Elisabeth Haldóttir Weyhe 1
Elsa Egholm 1

Dystargongdin:
5 min: 3-2
10 min: 4-7
15 min: 7-9
20 min: 10-11
25 min: 11-13
30 min: 14-16
35 min: 17-18
40 min: 19-21
45 min: 24-23
50 min: 27-26
55 min: 29-29
60 min: 31-31



U20-menn: Ísland munin í fyrra dystinum

27. juni 2026

Liðini áttu hvør sín hálvleik, tá U20-landsliðini hjá Føroyum og Íslandi møttust á Hálsi í dag. Ísland var tó stinnari yvir 60 minuttir og vunnu teir 29-24, eftir at teir vóru á odda 17-11 í hálvleikinum.

U20-kvinnur: Væl við men tap fyri Noreg

27. juni 2026

Hóast okkara sýndu góðan stríðsvilja og leingi vóru væl við í dystinum, so gjørdist talan um eitt 27-22 tap fyri Noreg í seinasta dystinum í bólkaspælinum í HM-endaspælinum í Kina. Hálvleiksstøðan var 12-10 til Noreg. Føroyar skulu nú spæla um 17. – 32. pláss í kappingini.

Helgi og Simon settir sum venjarar

25. juni 2026

Hondbóltssambandið hevur sett Helga Hildarson Hoydal og Simon Højmark Pedersen sum venjarar hjá U2010-landsliðnum hjá monnum.

Ein loysn frá Sendistovuni