Kvinnulandsliðið úttikið

Hesar skulu royna at vinna Føroyar til komandi EM-endaspælið. Landsliðsvenjararnir, Claus Leth Mogensen og Simon Olsen, hava úttikið hesar 16 leikarar til EM-undankappingardystirnar móti Íslandi og Montenegro í apríl.

Hesar eru úttiknir til dystirnar:

Málverjar:
Rakul Wardum, Ringkøbing Håndbold (DEN)
Annika Fríðheim Petersen, EH Aalborg (DEN)

Bakkar:
Elsa Egholm, Ajax København (DEN)
Jana Mittún, Viborg HK (DEN)
Maria Pálsdóttir Nólsoy, HH Elite (DEN)
Marita Mortensen, HØJ (DEN)
Lív Bentsdóttir Zachariasen, Ajax København (DEN)
Súna Krossteig Hansen, Skanderborg Håndbold (DEN)
Natasja Hammer, Stjarnan (ISL)

Vengur:
Brynhild Pálsdóttir, BK Ydun (DEN)
Lív Sveinbjørnsdóttir Poulsen, VÍF
Anna Elisabeth Halsdóttir Weyhe, H71
Rannvá Olsen, Ejstrup/Hærvejen (DEN)

Strikur:
Pernille Brandenborg, Storhamar (NOR)
Vár Bentsdóttir Zachariasen, Ajax København (DEN)
Bjarta Osberg Johansen, Kyndil

Avgerandi EM-undankappingardystirnir móti Íslandi og Montenegro verða leiktir, ávikavist á heimavølli Við Tjarnir mikudagin 8. apríl og á útivølli sunnudagin 12. apríl í Podgorica. Atgongumerki til heimadystin fáast til keyps á tjarnir.fo.

Komandi venjaraskeið

19. august 2026

Í heyst skipar HSF aftur fyri stig 1 í venjaraútbúgvingini. Byrjað verður við stig 1.1 tann 7. oktober 2026, meðan stig 1.2 byrjar í januar. Skeiðið er skipað við online tilfari og trimum samlingum.

Venjararáðstevnan

13. august 2026

Leygardagin 22. august verður venjararáðstevnan við gestaundirvísaranum, Jordi Ribera. Ráðstevnan er fyri venjarar í føroysku feløgunum og verður Við Tjarnir.

Seinasti møguleiki!

10. august 2026

Sunnudagin, 16. august 2026, er seinasti møguleiki at ogna sær føroysku atgongumerkini til HM-endaspælið í Týsklandi. Eftir freistina verða atgongumerkini leysgivin í almennari sølu, har øll kunna ogna sær atgongumerki.

Ein loysn frá Sendistovuni