Avgjørt í fyrra hálvleiki

Hóast munurin var hin sami sum seinast móti Montenegro, 5 mál, so var talan um ein misjavnan føroyskan dyst, sum var meira ella minni avgjørdur í hálvleikinum, tá Montenegro var á odda 22-16. Bæði liðini skiftu nógv út í seinna hálvleiki, sum okkara tó vunnu 12-9, og gjørdist munurin sostatt bert 5 mál , 31-26.

Føroyar byrjaðu dystin væl og komu til góðar kjansir. Okkara vóru tó eisini óhepnar í fleiri støðum. Stengurnar vóru í vegin, onkur óheppin teknisk villa og dømingar fullu ikki í okkara lut. Montenegrinska verjan stóð tó alsamt betri og okkara gjørdust eisini meira leitandi í spælinum sum hálvleikurin leið, og hartil var skotnyttan ikki nóg høg. Størsta avbjóðingin var føroyska verjan, tí okkara fingu heili 22 mál ímóti, har okkara høvdu tað sera trupult við kviku Pletikosic og langskotunum hjá Jaukovic. Montenegro var á odda 22-16 við steðgin.

Hóast seinni hálvleikur byrjaði heldur rótut og føroyska 7 móti 6 spælið ikki rættiliga sat, so vóru okkara drúgvari og vunnu hálvleikin 12-9. Bæði liðini skiftu nógv út og merkti hetta eisini dystin. Okkara stríddust heilt til leiklok, og sá úrslitið ikki verri út tá tað kom til stykkis, 31-26, har Føroyar áður hava tapt 32-27 og 32-26 móti Montenegro. Føroyar endaðu sostatt nummar 2 í EM-undankappingarbólkinum við 6 stigum. Føroyar vóru styrkismettar niðast undan kappingini, nummar 4, men megnaðu at enda nummar 2 í bólkinum, tað má metast sum ein risastórur sigur við EM-plássinum, sum fylgir við.

EM-endaspælið verður leikt í Póllandi, Kekkia, Slovakia, Rumenia og Turkalandi í døgunum 3. – 20. desember 2026. Lutakastið um bólkabýtið og staðseting verður hósdagin 16. apríl kl. 17.00, føroyska tíð, í Katowice í Póllandi.

Málskjúttar:
Lív S. Poulsen 6
Jana Mittún 3
Maria P. Nólsoy 3
Marita Mortensen 3
Bjarta O. Johansen 2
Rannvá Olsen 2
Elsa Egholm 2
Súna K. Hansen 2 (1)
Pernille Brandenborg 1
Anna Elisabeth H. Weyhe 1
Natasja Hammer 1

Málverjar: 
Annika Fríðheim Petersen 42 min., 7 bjargingar, 27%
Rakul Wardum 18 min., 3 bjargingar, 20%

Dystargongdin Montenegro – Føroyar:
5 min: 3-2
10 min: 7-5
15 min: 11-6
20 min: 15-9
25 min: 19-12
30 min: 22-14
35 min: 23-15
40 min: 24-17
45 min: 27-18
50 min: 28-21
55 min: 29-23
60 min: 31-26

Væleydnað venjararáðstevna

24. august 2026

Leygardagin skipaði HSF fyri forkunnugari venjararáðstevnan við navnframa hondbólsvenjaranum Jordi Ribera, sum gestaundirvísara. Ráðstevnan var fyri venjarar í føroysku feløgunum.

Komandi venjaraskeið

19. august 2026

Í heyst skipar HSF aftur fyri stig 1 í venjaraútbúgvingini. Byrjað verður við stig 1.1 tann 7. oktober 2026, meðan stig 1.2 byrjar í januar. Skeiðið er skipað við online tilfari og trimum samlingum.

Venjararáðstevnan

13. august 2026

Leygardagin 22. august verður venjararáðstevnan við gestaundirvísaranum, Jordi Ribera. Ráðstevnan er fyri venjarar í føroysku feløgunum og verður Við Tjarnir.

Ein loysn frá Sendistovuni