Venjararáðstevna við Jordi Ribera

HSF bjóðar venjarunum í føroysku hondbóltsfeløgunum til venjararáðstevnu við m.a. kenda, spanska landsliðvenjaranum Jordi Ribera.

Ráðstevnan verður hildin:

Dagur: 22. august
Tíð: Allan dagin. Endaliga skráin kemur seinni
Stað: Við Tjarnir

Framløgur og innihald

Ársins venjararáðstevna bjóðar framløgu við Jordi Ribera, sum í nógv ár hevur verið spanskur landsliðsvenjari, fyrrverandi venjari hjá Brasil og fleiri sponskum feløgum. Hann fer at viðgera bæði teori og praksis innan verjuspæl. Ætlandi verða fleiri fyrilestrarhaldarar knýttir at degnum, meira kunning um hetta kemur so hvørt.

Árlig ráðstevna og venjaraútbúgving

Miðið við venjararáðstevnuni er, at hon framyvir verður hildin eina ferð um árið, tá luttøka er eitt krav í sambandi við endurnýggingstímar fyri Level 3- og Master Coach-útbúgvingarnar, hetta sambært aljtjóða RINCK sáttmálanum. Harumframt er endamálið eisini at geva venjarum íblástur, áðrenn kappingarárið byrjar.

Málbólkur

Ráðstevnan og framløgurnar venda sær serliga til venjarar hjá teimum elstu ungdómsliðunum, BURN- og SMS-liðum, men eru øll vælkomin at tekna seg.

Kostnaðurin fyri hvønn luttakara er 295 kr., og tað fevnir um máltíð og kaffi o.a. ígjøgnum dagin. Melda til her: Venjararáðstevna 22. august 2026

U18- Menn – Fingu oyrini í íslendsku maskinuna

19. juli 2026

Tað var tætt eina løtu, men tá íslendingar settu ferð á, var einki at gera. Ísland vann ein tryggjan 40-28 sigur.

U20: Endaðu við tapi fyri Eysturríki

19. juli 2026

Hóast Føroyar høvdu møguleikar í dag, vóru mistøkini ov mong til at gera nakað við Eysturríki.

B dómaraskeið

18. juli 2026

Hósdagin, 20. august 2026, verður B – dómaraskeið í Tórshavn. Skeiðið er frá kl. 17:00 til 21:00 (íroknað B – regultest).

Ein loysn frá Sendistovuni