U20-kvinnur: Japan ov sterkar

Við størri skotneyvleika kundi munurin verið væl minni, men Japan vóru góðar og vunnu greitt, 32-22, móti Føroyum í fyrsta dystinum í U20 HM-endaspælinum í Kina. Hálvleiksstøðan var 16-11 til Japan.

Føroyska liðið byrjaði varliga og sýntist leikætlanin at vera, at ikki skrúva leikferðina ov høgt upp móti kviku japanarunum. Hetta hepnaðist væl fyrstu løtuna, og komu okkara eisini til góðar málmøguleikar. Liðini fylgdust, men fekk Japan so líðandi yvirtakið. Okkara skuldu arbeiða harðari fyri kjansirnar og vóru okkara eisini óneyvar í løtum og brendu heldur illa. Føroyska liðið royndi seg við 7 móti 6, og hóast onkrar tekniskar villur, so hepnaðist hetta so líðandi betri, og Føroyar minkaðu um munin til seinastu løtuna fyri steðgin. Hálvleiksstøðan var 16-11 til Japan.

Tað gekk sera strilti hjá Føroyum fyrstu løtuna av seinna hálvleiki. Okkara brendu og brendu á japanska málverjan, sum eisini gjørdist dagsins leikari. Bert eitt skot fór í netið fyrstu 14 minuttirnar. Okkara hildu tó stand seinastu 15 minuttirnar og vaks munurin ikki. Flestu føroysku leikararnir komu eisini á vøllin og bjóðaðu allar væl inn við sínum seinastu løtuna. Dysturin var tó avgjørdur og Japan vann greitt 32-22.

Næsti dystur hjá Føroyum verður morgin kl. 9.15, føroyska tíð, móti Kroatia. Noreg og Kroatia hava eisini spælt í dag, og vann Noreg 27-21. Allir dystir hjá Føroyum kunnu stroymast her. Kostnaðurin er 8 evrur fyri hvønn dyst: Start | handball-globe.tv

Dystargongdin Japan – Føroyar:
5 min. 2-2
10 min. 6-4
15 min. 8-5
20 min. 12-6
25 min. 15-8
30 min. 16-11
35 min. 18-11
40 min. 21-12
45 min. 24-14
50 min. 26-16
55 min. 28-19
60 min. 32-22

Málskjúttar hjá Føroyum:
Silja Geirsdóttir Eystberg 6
Rakul Borgarlíð Joensen 4(1)
Ró Reginsdóttir 3 (2)
Karin Elisabeth Leonsdóttir Kjærbæk 3
Rakul Christiansen 3
Joan Johannesen 1
Eivør í Stórustovu 1
Marjun Kristina Jansdóttir 1

Málverjar:
Gylta Djurhuus á Neystabø 35 min. tvær bjargingar, 11%
Maria Beder 25 min. tvær bjargingar, 14%

Eyka túrur til Katowice

15. juli 2026

Atlantic Airways og Hóndbóltssambandið ynskja at geva enn fleiri føroyingum møguleikan at flúgva beinleiðis til Katowice í samband við EM endaspælið hjá kvinnum.

U20-menn: Flott avrik ímóti Týsklandi

14. juli 2026

Eitt vælspælandi føroyskt lið mátti lúta fyri týsku maskinuni.

U20-menn: Fransmenn vístu sína styrki

13. juli 2026

Hóast vit í løtum sóu gott spæl bæði í álopi og verju, var einki at gera við sterku mótstøðuna.

Ein loysn frá Sendistovuni