Lýsing eftir dómaramennara

Føroyskur hondbóltur hevur verið í støðugari menning seinastu árini. Stóra menningin í spælinum setur alsamt størri krøv til døming og kringviðurskiftini í hesum sambandi. Ásannandi tørvin at stimbra og menna dómaraumhvørvið í føroyskum hondbólti, søkir HSF tískil eftir einum dómaramennara.

Starvið
Dómaramennarin hevur ábyrgdina av menningini av dómaraøkinum í Føroyum. Yvirskipaða uppgávan hjá dómaramennaranum verður í samráð við dómaranevndina og stjóran at seta í verk eina menningarætlan fyri dómaraøkið. Høvuðsuppgávur hjá dómaramennararnum vera m.a.:

  • At seta í verk eina stigvísa útbúgvingarskipan fyri dómarar,
  • At hava regluligt samskifti við dómarar og feløgini um dómaraøkið,
  • At fyriskipa dómaraskeið, fyriskipa testir v.m. og viðkomandi tiltøk, ið hava til endamáls at menna dómaraøkið í Føroyum
  • At vera við til at menna og seta í verk eina eygleiðara- og mentorskipan,
  • At áseta dómarar og eygleiðarar til dystirnar í fremstu deildunum og í steypakappingini.

Dómaramennarin er partur av umsitingini hjá HSF og skal tí, á jøvnum føti við hini starvsfólkini í umsitingini, eisini átaka sær umsitingarligar uppgávur, sum ikki hava beinleiðis samband við menningina av dómaraøkinum í Føroyum.

Førleikakrøv og persónligir eginleikar
HSF leitar eftir einum persóni, sum hevur áhugað og skil fyri hondbóltsdøming umframt góð evnir at samskipa og leiða. Tað er ikki ein treyt, at tú hevur royndir sum dómari.

Vit vænta, at tú:

  • Ert arbeiðssom/-samur, fleksibul og effektiv/-ur,
  • Dugir at arbeiða sjálvstøðugt og miðvíst fram ímóti settum málum,
  • Hevur góð samstarvsevni, og dámar og dugir væl at samskifta og samstarva við ymiskar partar.

Setan og treytir
Talan er um eitt fulltíðarstarv, ið verður sett sum skjótast. Talan er um skiftandi arbeiðstíðir, har ein partur av arbeiðinum fer fram uttanfyri vanliga arbeiðstíð.

Starvið verður skipað og lønt eftir avtalu.

Starvið er tíðaravmarkað til tvey ár.

Umsókn og nærri kunning
Allar umsóknir verða viðgjørdar í trúnaði. Umsóknir kunnu sendast til andrass@hsf.fo í seinasta lagi tann sunnudagin tann 26. juli 2026.

Vilt tú vita meira, kanst tú seta teg í samband við stjóran hjá HSF, Andrass Thomsen, tlf. 231984.

VÍF víðari

12. oktober 2026

Kvinnurnar hjá VÍF megnaðu eisini at spæla seg víðari í European Cup. Trý føroysk lið eru nú komin víðari í Euroepan Cup hjá kvinnum. Lutakastið til triðja umfar verður mikudagin.

Hesir møta Kosovo og Montenegro

8. oktober 2026

Landsliðsvenjararnir Peter Bredsdorff-Larsen og Hjalti Mohr Jacobsen hava úttikið hesar 16 leikararnar til fyrstu tveir dystirnar í nýggju EM-undankappingini, har Føroyar møta Kosovo á heimavølli 4. november og Montenegro á útivølli 8. november.

Kvinnulandsliðið úttikið

7. oktober 2026

Fyrireikingarnar til EM-endaspælið hjá kvinnum halda fram. Landsliðsvenjararnir hava úttikið hesar leikararnar til venjingar og tveir fyrireikingardystir móti Eysturríki. Landsliðið er savnað í tíðarskeiðnum 18. – 25. oktober.

Ein loysn frá Sendistovuni