U20-kvinnur: Reistu seg og vunnu

Eftir tapið fyri Japan í gjár, reistu føroysku U20-kvinnurnar seg so staðiliga og vunnu 23-22 á Kroatia í HM-endaspælinum í Kina í dag. Føroyar vóru á odda 14- 11 í hálvleikinum. Tað var serliga góða verju- og málverjaspælið sum lá til grund fyri sigrinum.

Føroyar spældu ein fínan fyrra hálvleik, og var tað serliga verjuspælið og málverjin, sum komu við meira áræði í mun til dystin móti Japan í gjár. Kroatiska liðið hevði fleiri krops- og skotsterkar leikarar, men fingu okkara betri og betri tak á teimum, sum hálvleikurin leið. Hetta kostaði eisini fleiri útvísingar, men mátti tað takast við. Í føroyska álopinum var tað serliga fótfima spælið hjá Rakul Borgarlíð Joensen og Ró Reginsdóttir saman við skotunum hjá Silju Geirsdóttir Eystberg, sum riggaði í dag. Eisini skoraðu vengurnir væl, men var tað eitt skot fyri búgvin, at Joan Johannesen bleiv tikin í lopstøðu á høgra vongi og mátti út við skaða. Kroatiska leikarin fekk reytt kort fyri atsóknina. Føroyska liðið spældi betri og betri sum hálvleikurin leið og vóru frammanfyri 14-11 við steðgin.

Tað gingu bert tveir minuttir av seinna hálvleiki, so var føroyska leiðslan etin. Tvær føroyskar villur og trý skjót kroastisk mál, og so stóð 14-14. Hóast kroatar helst høvdu fingið boð um at fáa hægri ferð á álopsspælið, so kempaði føroyska verjan sum úlvar, har tað serliga vóru Karinbeth Kjærbæk, Eivør í Stórustovu og Helena Magnusardóttir, sum vóru eyðsýndar og vístu styrki. Tað komu sera fá mál seinastu 15 minuttirnar, har bæði liðið høvdu ilt við at koma til møguleikar. Tað er eisini nevnivert, at føroysku málverjarnir høvdu ein sera góðan dyst í dag. Eftir ein góðan fyrra hálvleik hjá Gyltu á Neystbø, kom Maria Beder inn í seinna hálvleiki og stóð við 43%. Føroyskur málturkur var í heili 13 minuttir, men fingu okkara tvey mál seinastu løtuna og tað var nokk, hóast háspenningur var seinastu løtuna, tá Mira Bendix Laursen setti bóltin í netið fá sekund fyri leiklok. Føroyar vunnu 23-22.

Eftir dystin var Silja Geirsdóttir Eystberg kosin besti leikari í dystinum. Hon var saman við Rakul Borgarlíð Joensen føroyskur toppskjútti við 6 málum. Næsti dystur hjá Føroyum verður leygardagin kl. 9.15, føroyska tíð, móti Noreg. Allir dystir hjá Føroyum kunnu stroymast her. Kostnaðurin er 8 evrur fyri hvønn dyst: Start | handball-globe.tv

Dystargongdin Føroyar – Kroatia:
5 min. 2-2
10 min. 5-4
15 min. 7-7
20 min. 8-9
25 min. 11-10
30 min. 14-11
35 min. 16-15
40 min. 18-15
45 min. 21-18
50 min. 21-18
55 min. 21-19
60 min. 23-22

Málskjúttar hjá Føroyum:
Silja Geirsdóttir Eystberg 6
Rakul Borgarlíð Joensen 6 (3)
Ró Reginsdóttir 3
Asta Sofía Finsdóttir Johansen 3
Joan Johannesen 2
Karin Elisabeth Leonsdóttir Kjærbæk 1
Lív Rouch Ísfeld 1
Mira Bendix Laursen 1

Málverjar:
Gylta Djurhuus á Neystabø 32 min. 6 bjargingar, 32%
Maria Beder 28 min. 6 bjargingar, 43%

Góður javnleikur móti Eysturríki

22. oktober 2026

Føroysku kvinnurnar vístu sálarstyrki, komu sterkt aftur seinastu løtuna og spældu javnleik 33-33 móti Eysturríki, eftir at Eysturríki var á odda 18-15 í hálvleikinum. Ein gevandi vinardystur, har nýggj andlit, verjusamansetingar og álopskipanir vóru royndar.

H71 gott útgangsstøði

18. oktober 2026

H71-menn standa við einum góðum útgangsstøði undan seinna European Cup dystinum móti kroatisku MRK Trogir. H71 gjørdu bart í gjár fyri fullsettari Hoyvíkshøll og vunnu greitt 34-27.

VÍF víðari

12. oktober 2026

Kvinnurnar hjá VÍF megnaðu eisini at spæla seg víðari í European Cup. Trý føroysk lið eru nú komin víðari í Euroepan Cup hjá kvinnum. Lutakastið til triðja umfar verður mikudagin.

Ein loysn frá Sendistovuni