Seinasti møguleiki!

Sunnudagin, 16. august 2026, er seinasti møguleiki at ogna sær føroysku atgongumerkini til HM-endaspælið í Týsklandi. Eftir freistina verða atgongumerkini leysgivin í almennari sølu, har øll kunna ogna sær atgongumerki.

Sølan fer fram umvegis hesa leinkjuna: https://tinyurl.com/IHF2027-M-Faroe-Islands.

Fyri at fáa atgongd til søluna skal hendan kotan brúkast: IHF2027MFROH2X9K6R4.

Innleiðandi umfar í Magdeburg
Atgongumerkini verða seld sum pakkar, ið geva atgongd til allar tríggjar dystirnar í innleiðandi umfarinum. Atgongumerkini eru staðsett í eystara endanum av høllini og eru í kategori 2, 3, 4, 5 og 6. Prísir og staðseting síggjast her:

https://www.eventim.de/campaign/fileadmin/fm_de/ISP/IHF2027-M/Prices/251205_IHF2027-M_Price_Overview_Magdeburg.pdf

https://www.eventim.de/campaign/fileadmin/fm_de/ISP/IHF2027-M/Seat_Maps/Seat-Map_GETEC-Arena_Magdeburg_Englisch.pdf

Millumumfar í Hannover
Atgongumerkini verða seld sum pakkar, ið geva atgongd til allar tríggjar dystirnar í millumumfarinum. Atgongumerkini eru í bólkunum U14 og U15 og eru í kategori 1 og 2. Prísir og staðseting síggjast her:

https://www.eventim.de/campaign/fileadmin/fm_de/ISP/IHF2027-M/Seat_Maps/Seat-Map_ZAG-arena_Hannover_Englisch.pdf

https://www.eventim.de/campaign/fileadmin/fm_de/ISP/IHF2027-M/Prices/251216_IHF2027-M_Price_Overview_Hanover.pdf

Seinasti møguleiki!

10. august 2026

Sunnudagin, 16. august 2026, er seinasti møguleiki at ogna sær føroysku atgongumerkini til HM-endaspælið í Týsklandi. Eftir freistina verða atgongumerkini leysgivin í almennari sølu, har øll kunna ogna sær atgongumerki. Sølan fer fram umvegis hesa leinkjuna: https://tinyurl.com/IHF2027-M-Faroe-Islands. Fyri at fáa atgongd til søluna skal hendan kotan brúkast: IHF2027MFROH2X9K6R4. Innleiðandi umfar í MagdeburgAtgongumerkini verða seld sum pakkar, […]

U18-menn: Endaðu nr. 16

9. august 2026

Póllendingar vardu betri í seinna hálvleiki, vórru kaldari og mongu føroysku villurnar kostaðu løtuna tá dysturin skuldi avgerðast. Pólland vann 41-35, eftir at Føroyar vóru frammanfyri 19-18 í hálvleikinum. Føroyar blivu við hesum nr. 16 av teimum 24 liðunum í EM-endaspælinum.

U18-menn: Smálutir avgjørdu

7. august 2026

Hóast Føroyar spældu ein góðan dyst móti Svøríki í dag, so rakk tað ikki heilt og vunnu sviar tepurt 35-34 eftir at teir vóru á odda 17-16 í hálvleikinum.

Ein loysn frá Sendistovuni