Spæla um Lionsbikarið sunnudagin

Sunnudagin verður ítróttarhøllin á Hálsi í Havn karmur um hondbóltsdystirnar um Lionsbikørini, ið samstundis eru fyrstu dystir í nýggja kappingarárinum. Ágóðin av stórsteypadystunum í hondbólti og fótbólti fer hesa ferð til áhugafelagið CP Føroyar.

Liðini, ið møtast í dystunum um Lionsbikarið, eru tey, ið stóðu seg best í undanfarnakappingarárið hjá kvinnum og monnum. Kyndil er umboðað í báðum dystunum, og VÍF og H71 spæla hvør sín dyst.

Hjá kvinnunum verður dysturin nú sunnudagin klokkan 16 millum Kyndil og VÍF. Kyndilskvinnur vunnu greipuna, tí bæði í SMS-kappingini og í Faxe Kondi-kappingini vóru tær drúgvastar, og í báðum førum var VÍF næsti avbjóðarin.

Og hjá monnunum, ið spæla sunnudag klokkan 18, møtast Kyndil og H71. Hoyvíkingar royndust í fjørvetur bestir av øllum og vunnu greipuna, tí bæði í Burn-kappingini og í Faxe Kondi-kappingini gjørdu teir bart, og í báðum førum var tað Kyndil, ið bjóðaði av.

Sum vanligt, eru dystirnir um Lionsbikørini hjá kvinnum og monnum samstarv millum Hondbóltssamband Føroya og Lions Club Føroyar, so Hondbóltssambandið tekur sær av tí, sum hevur við sjálvar dystirnar at gera, og Lions tekur sær av innkrevjingini, tí ágóðin fer sum vanligt til eitt vælgerðarendamál.

CP Føroyar fær ágóðan
Ágóðan hesa ferð fær lítla áhugafelagið CP Føroyar, ið er fyrrverandi Spastikarafelagið. Tað arbeiðir fyri fólk við CP, sum er stytting fyri Cerebral Paresa.

–   Brekið er heilaskaði, men tað er ymiskt, hvussu fólk er rakt. Summi sita í koyristóli og fáa tosað við hjálpartóli, meðan brekið nærum ikki sæst hjá øðrum – men tó kann tað vera darvandi, sigur forkvinnan í felagnum, Katrin Dagbjartsdóttir, ið sigur felagið arbeiða við einum størri CP-degi, ið skal vera í mai næsta ár.

– Um fíggjarlig orka verður til tað, ætla vit at fáa bæði fakfólk, politikarar og almenningin at vera við. Millum annað kundu vit hugsað okkum at fingið ein lækna at greitt nærri frá CP, og hvussu vit á besta hátt fáa hjálpt teimum, ið eru rakt av CP.

Katrin sigur, at tey eisini ætla at hava eina persónliga søgu, umframt eitt ískoyti frá sálarfrøðingi ella øðrum fakfólki við praktiskari vitan og mennandi tankum um eitt gott lív.

– CP Føroyar vil breiða vitanina um CP út til almenningin og politisku skipanina, so umstøðurnar hjá hesum bólki kunnu verða bøttar, samstundis sum Føroyar verða eitt enn betri land at liva í, sigur hon.

Umframt ágóðan frá dystunum um Lionsbikørini, fær CP Føroyar ágóðan av stórsteypadystunum í fótbólti, tá ið teir verða spældir til várs. Tá ið allir fýra dystirnir eru spældir, verður samlaða upphæddin handað í einum.

Góður javnleikur móti Eysturríki

22. oktober 2026

Føroysku kvinnurnar vístu sálarstyrki, komu sterkt aftur seinastu løtuna og spældu javnleik 33-33 móti Eysturríki, eftir at Eysturríki var á odda 18-15 í hálvleikinum. Ein gevandi vinardystur, har nýggj andlit, verjusamansetingar og álopskipanir vóru royndar.

H71 gott útgangsstøði

18. oktober 2026

H71-menn standa við einum góðum útgangsstøði undan seinna European Cup dystinum móti kroatisku MRK Trogir. H71 gjørdu bart í gjár fyri fullsettari Hoyvíkshøll og vunnu greitt 34-27.

VÍF víðari

12. oktober 2026

Kvinnurnar hjá VÍF megnaðu eisini at spæla seg víðari í European Cup. Trý føroysk lið eru nú komin víðari í Euroepan Cup hjá kvinnum. Lutakastið til triðja umfar verður mikudagin.

Ein loysn frá Sendistovuni