Stór European Cup vika

Spennandi European Cup vika er fyri framman fyri kvinnuliðini hjá Neistanum og H71. Neistin skal av landinum og møta tær KHF Samadrexha í Kosovo, meðan H71 tekur móti HB Dudelange úr Luksemborg í Hoyvíkshøllini. Í báðum førðunum liggja dystirnir fríggjadagin og leygardagin.

Dystirnir liggja soleiðis, talan er um føroyskar tíðir:
Fríggjadagin 2. oktober kl. 17.00 KHF Samdrexha – Neistin
Fríggjadagin 2. oktober kl. 19.00 HB Dudelange – H71
Leygardagin 3. oktober kl. 17.00 Neistin – KHF Samdrexha
Leygardagin 3. oktober kl. 19.00 H71 – Dudelange

VÍF luttekur eisini í European Cup hjá kvinnum, men liggja teirra dystir í næstu viku, fríggdagin 9. og sunnudagin 11. oktober. VÍF møta KHF Ferizaj úr Kosovo, har báðir dystirnir verða leiktir í Kosovo.

Stór European Cup vika

29. september 2026

Spennandi European Cup vika er fyri framman fyri kvinnuliðini hjá Neistanum og H71. Neistin skal av landinum og møta tær KHF Samadrexha í Kosovo, meðan H71 tekur móti HB Dudelange úr Luksemborg í Hoyvíkshøllini. Í báðum førðunum liggja dystirnir fríggjadagin og leygardagin. Dystirnir liggja soleiðis, talan er um føroyskar tíðir:Fríggjadagin 2. oktober kl. 17.00 KHF […]

Atgongumerkjasøla Føroyar – Kosovo

28. september 2026

Mánadagin 5. oktober 2026 kl. 10.00 koma atgongumerkini til fyrsta dystin í EM undankappingini hjá monnum millum Føroyar og Kosovo til sølu. Dysturin verður mikudagin 4. november 2026 kl. 19.00 Við Tjarnir. Sølan verður á tjarnir.fo.

Málverjadagar í heystfríðtíðini

16. september 2026

Vilt tú mennast sum hondbóltsmálverji? Kom til málverjadagar í Høllini á Hálsi í heystfrítíðini.

Ein loysn frá Sendistovuni