Neistakvinnur og H71 víðari

Bæði Neistakvinnur og H71 megnaðu at spæla seg víðari úr øðrum umfarið í European Cup hjá kvinnum. Komandi vikuskiftið skulu VÍF-kvinnur eisini royna seg.

Neistakvinnur spældu á útivølli í Kosovo, og vunnu tær báðar dystirnar móti KHF Samdrexha. Neistin vann fyrra dystin 28-23 og hin seinna 25-24.

H71 spældu báðar dystirnar á heimavølli í Hoyvíkshøllini, har tær vunnu fyrra dystin móti HB Dudelange úr Luksemborg 41-38 og hin seinna 40-24.

VÍF-kvinnur spæla báðar sínar dystir á útivølli, eins og neistakvinnur í Kosovo, har tær møta KHF Ferizaj. Dystirnir vera ávikavist fríggjadagin 9. okt. kl. 19.00, føroyska tíð, og sunnudagin 11. okt. kl. 16.00.

Triðja umfar í European Cup hjá kvinnum verður leikt í tíðarskeiðnum 6. – 15. november.

Neistakvinnur og H71 víðari

5. oktober 2026

Bæði Neistakvinnur og H71 megnaðu at spæla seg víðari úr øðrum umfarið í European Cup hjá kvinnum. Komandi vikuskiftið skulu VÍF-kvinnur eisini royna seg. Neistakvinnur spældu á útivølli í Kosovo, og vunnu tær báðar dystirnar móti KHF Samdrexha. Neistin vann fyrra dystin 28-23 og hin seinna 25-24. H71 spældu báðar dystirnar á heimavølli í Hoyvíkshøllini, […]

Saman um barnahondbóltin

1. oktober 2026

Nú byrjar barnahondbólturin av álvara. Komandi leygardag verður fyrsta U7/U8-kappingin, U10-landskappingin byrjar, og sunnudagin verður Heystkappingin hjá U12.

Stór European Cup vika

29. september 2026

Spennandi European Cup vika er fyri framman fyri kvinnuliðini hjá Neistanum og H71. Neistin skal av landinum og møta tær KHF Samadrexha í Kosovo, meðan H71 tekur móti HB Dudelange úr Luksemborg í Hoyvíkshøllini. Í báðum førðunum liggja dystirnir fríggjadagin og leygardagin.

Ein loysn frá Sendistovuni