A-landsliðið úttikið

Manslandsliðið í hondbólti, ið skal spæla tríggjar HM-undankappingardystir í januar, er úttikið.

Ein bruttohópur á 28 mans hevur vant dúgliga um jólini, men í kvøld hava venjararnir, Sonni Larsen og Jeppe Borch, úttikið 16 spælarar, sum skulu við til Italia, har allir dystirnir verða leiktir.

Føroyar skulu spæla móti Italia, Rumenia og Ukraina. Dystirnir eru 11. 12. og 13. januar. Landsliðið fer á venjingarlegu í Danmark, áðrenn leiðin gongur víðari.

Teir, sum eru úttiknir til A-landsliðið eru:

Niklas Simonsen, Skjern
Ári Dam, H71
Hans Eli Sigurbjørnsson, KÍF
Rókur Akralíð, Kyndil
Hilmar Leon Jakobsen, H71
Sigmundur Nolsøe, H71
Kjartan Johansen, Fyllingen
Jónas Djurhuus, HØJ
Peter Krogh, Skive
Helgi Hoydal, Odder
Nicklas Selvig, TMS Ringsted
Fríði Weyhe, FFI
Sjúrður Olsen, VÍF
Sámal á Tjaldrafløtti, Team Klaksvík
Tróndur Kragesteen, Neistin
Høgni Klein Olsen, Kyndil

Føroyar eru í bólki 3 í undankappingini. Tað eru samanlagt seks bólkar. Teir seks bólkavinnararnir fara víðari til “play off” dystir um at koma til sjálvt HM-endaspælið.

U18- Menn – Fingu oyrini í íslendsku maskinuna

19. juli 2026

Tað var tætt eina løtu, men tá íslendingar settu ferð á, var einki at gera. Ísland vann ein tryggjan 40-28 sigur.

U20: Endaðu við tapi fyri Eysturríki

19. juli 2026

Hóast Føroyar høvdu møguleikar í dag, vóru mistøkini ov mong til at gera nakað við Eysturríki.

B dómaraskeið

18. juli 2026

Hósdagin, 20. august 2026, verður B – dómaraskeið í Tórshavn. Skeiðið er frá kl. 17:00 til 21:00 (íroknað B – regultest).

Ein loysn frá Sendistovuni