Steypavinnarar 2018

Stóra steypavikuskiftið í nýggju Høllini á Hálsi er farið afturum. Heili 12 finalur vórðu spældar og stór sum smá hava stríðst um gullið í 520 minuttir samanlagt. 

Meðan summi frøddust við steypinum hægst, trillaðu tárini av vónbroti hjá øðrum. Bara 12 lið kundu fáa gullheiðursmerki um hálsin, men eftir stóðu kortini spælarar og áskoðarar við eini uppliving, har karmar og stemningur vóru betur enn nakrantíð.

Stóri sigursharrin av finaluvikuskiftinum var H71, sum vann allar finalur hjá gentum og dreingjum frá U12 og upp til U18. Einasta finala, ið felagið tapti, var við monnunum. VÍF vann tvær finalur og Kyndil og Neistin hvør sína.

 

Steypavinnarar 2018:

Kvinnur: Kyndil – VÍF 19-23
Dagsins leikarar: Maya Dragoljubovic (Kyndil), Kristina Griksaite (VÍF)

Menn: Kyndil – H71 24-17
Dagsins leikarar: Rókur Akralíð (Kyndil), Mark Marcher (H71)

G18: Neistin – H71 19-25
Dagsins leikari: Annika Fríheim Petersen (H71)

D18: Neistin – H71 20-30
Dagsins leikari: Pauli Jacobsen (H71)

G10: Kyndil – VÍF 12-13
Dagsins leikari: Rakul Borgarlíð Joensen (VÍF)

D10: Neistin – VÍF 12-9
Dagsins leikari: Lýðar í Dímun (Neistin)

G12: H71 – STÍF 18-14
Dagsins leikari: Jóhanna Fossdalsá Sørensen (H71)

D12: H71 – VÍF 17-12
Dagsins leikari: Óli Mittún (H71)

G14: H71 – Neistin 19-8
Dagsins leikari: Elsa Egholm (H71)

D14: H71 – Kyndil/ÍA 26-14
Dagsins leikari: Brian Slyne (H71)

G16: H71 – Neistin 16-15
Dagsins leikari: Rúna Larsen (Neistin)

D16: H71 – Neistin 28-15
Dagsins leikari: Elias Ellefsen á Skipagøtu (H71)

 

Dystirnir í øllum U-deildunum eru at finna á youtube síðuni hjá Hondbóltssambandi Føroya.

Góður javnleikur móti Eysturríki

22. oktober 2026

Føroysku kvinnurnar vístu sálarstyrki, komu sterkt aftur seinastu løtuna og spældu javnleik 33-33 móti Eysturríki, eftir at Eysturríki var á odda 18-15 í hálvleikinum. Ein gevandi vinardystur, har nýggj andlit, verjusamansetingar og álopskipanir vóru royndar.

H71 gott útgangsstøði

18. oktober 2026

H71-menn standa við einum góðum útgangsstøði undan seinna European Cup dystinum móti kroatisku MRK Trogir. H71 gjørdu bart í gjár fyri fullsettari Hoyvíkshøll og vunnu greitt 34-27.

VÍF víðari

12. oktober 2026

Kvinnurnar hjá VÍF megnaðu eisini at spæla seg víðari í European Cup. Trý føroysk lið eru nú komin víðari í Euroepan Cup hjá kvinnum. Lutakastið til triðja umfar verður mikudagin.

Ein loysn frá Sendistovuni