HSF sett kropsligan venjara

Heri Ziska verður kropsligur venjari hjá Hondbóltssambandi Føroya.

Heri hevur verið knýttur at ymsum hondbóltslandsliðum seinasta árið í styttri tíðarskeið. Nú verður meira lagt fyri, so at kropsligu venjingarnar koma í eina fasta legu, og menningin kann halda fram.

– Nú kann ein langtíðarætlan fyri spælararnar leggjast fyri at tryggja, at teir mennast optimalt, sigur hann.

Heri Ziska hevur verið virkin í frælsum ítrótti síðan 1988, og hann hevur vunnið hópin av heiðursmerkjum sjálvur. Seinnu árini hevur hann virka sum venjari, fyri tað mesta í frælsu ítrótti, men síðan á sumri 2015 hevur hondbólturin eisini fylt nógv. Hann hevur millum annað verið kropsligur venjari hjá monnunum í H71 seinastu trý árini. Tá U21-landsliðið spældi seg til HM í fjør var eisini heitt á fyrrverandi diskuskastaran.

Eitt neyðugt stig
Tað er ein sannroynd, at føroysku landsliðsspælararnir eru sum heild verri fyri kropsliga enn mótstøðuliðini.

– Fyri at fáa betri hondbóltsspælarar og at kunna spæla upp móti størri hondbóltstjóðum og fáa betur úrslit, mugu vit ásanna, at fysikkurin má mennast hjá spælarunum. Starvsnevndin í HSF hevur tí valt at hava Hera sum fastan part av føroyskum hondbólti, har hann fer at taka sær av kropsligu venjingunum hjá landsliðunum. Hann fer eisini at leggja feløgunum lag á, um tey hava tørv á tí, sigur Gunn Ellefsen, forkvinna í HSF.

Ein spennandi uppgáva
Heri Ziska hevur kannað gjølla, hvat skal til kropsliga fyri at gerast ein góður hondbóltsspælari.

– Mín uppgáva verður at gera spælararnar størri, sterkari og kvikari. Við teimum yngru verður høvuðsuppgávan at byggja tey stillisliga upp, meðan tað hjá teimum eldru verður at byggja víðari upp á styrkina, sigur Heri Ziska.

Menningin hevur verið stór. Besta dømi eru U21 spælararnir, sum Heri fekk undir hond fyri HM í fjør.

– Fyri at fylgja við menningini hjá tí einstaka spælarnum, havi eg skrásett venjingarúrslit og eygleitt spælararnar. Broytingarnar hava verið týðiligar. Summir manglaðu styrki, meðan aðrir manglaðu kvikleika. Í felag fingu vit bygt allar upp, so at allir vóru so væl fyri sum gjørligt, í mun til bæði styrki og kvikleika tá HM byrjaði.

Ein málrættað menning
Tað er kortini ógvuliga týdningarmikið, at leikararnir ikki mennast ov skjótt, sigur Heri.

– Tað vísir seg, at tá ítróttafólk gerast ov skjótt størri og sterkari, verður sum oftast styttri millum skaðarnar. Tað er týdningarmikið at finna eina javnvág, og arbeiða málrættað fyri at fáa besta úrslitið uppá longri sigt, sigur Heri Ziska.

Nógv er at arbeiða við hjá føroysku hondbóltsspælarunum og ein góð føroysk hondbóltsframtíð er í væntu, heldur venjarin.

– Nú dentur er lagdur á at menna hondbóltsspælarar frá ungum aldri, vænti eg, at Føroyar eiga tvey A-landslið um nøkur ár, sum kropsliga kunnu kappast á jøvnum føti við onnur lond, sigur Heri Ziska.

 

Góður javnleikur móti Eysturríki

22. oktober 2026

Føroysku kvinnurnar vístu sálarstyrki, komu sterkt aftur seinastu løtuna og spældu javnleik 33-33 móti Eysturríki, eftir at Eysturríki var á odda 18-15 í hálvleikinum. Ein gevandi vinardystur, har nýggj andlit, verjusamansetingar og álopskipanir vóru royndar.

H71 gott útgangsstøði

18. oktober 2026

H71-menn standa við einum góðum útgangsstøði undan seinna European Cup dystinum móti kroatisku MRK Trogir. H71 gjørdu bart í gjár fyri fullsettari Hoyvíkshøll og vunnu greitt 34-27.

VÍF víðari

12. oktober 2026

Kvinnurnar hjá VÍF megnaðu eisini at spæla seg víðari í European Cup. Trý føroysk lið eru nú komin víðari í Euroepan Cup hjá kvinnum. Lutakastið til triðja umfar verður mikudagin.

Ein loysn frá Sendistovuni