167 ungdómar til leikaramenning

Ársins fyrsta leikaramenning hevur verið um vikuskiftið fyri hondbóltsleikarar føddir í 2004 og 2005. Heili 167 ungdómar luttóku.

Leikaramenningin hesaferð vardi í tveir dagar, har skipað varð fyri hondbóltsvenjing, styrkivenjing, fyrilestri, hugna og náttarvisti.

Hondbóltsfelagið VÍF hýsti leikaramenningini.

Tvær ferðir um mánaðin verður leikaramenning. Leygardagin verður leikaramenning fyri børn fødd í 2006. Venjingartíðir fyri leikaramenningina kunnu síggjast her. 

U18- Menn – Fingu oyrini í íslendsku maskinuna

19. juli 2026

Tað var tætt eina løtu, men tá íslendingar settu ferð á, var einki at gera. Ísland vann ein tryggjan 40-28 sigur.

U20: Endaðu við tapi fyri Eysturríki

19. juli 2026

Hóast Føroyar høvdu møguleikar í dag, vóru mistøkini ov mong til at gera nakað við Eysturríki.

B dómaraskeið

18. juli 2026

Hósdagin, 20. august 2026, verður B – dómaraskeið í Tórshavn. Skeiðið er frá kl. 17:00 til 21:00 (íroknað B – regultest).

Ein loysn frá Sendistovuni