Kvinnulandsliðið úttikið

A-landsliðið hjá kvinnum skal spæla tríggjar HM-undankappingardystir í døgunum 30. november til 2. desember. 

Føroyar eru í bólki við Sveis, Finnlandi og Litava. Allir dystirnir verða spældir í Siggenthal í Sveis.

Nýggi landsliðsvenjarin, Ágúst Jóhansson, hevur úttikið 16 spælarar til landsdystirnar.

Aldursspennið er vítt, frá 17 ár til 33 ár. Yngsti leikarin er Marita Mortensen, sum skal royna seg á A-landsliðnum fyri fyrstu ferð.

– Marita er ógvuliga væl fyri kropsliga og hevur klárað seg ómetaliga væl í ár sum vinstribakkur hjá H71. Hon hevur eisini víst til landsliðssavningar, hvør dugur er í henni, so eg síggi hana sum ein spennandi leikara, ið kann fáa ein týðandi leiklut fyri A-landsliðið í framtíðini, sigur landsliðsvenjarin.

Áðrenn leiðin gongur til Sveis, fer kvinnulandsliðið til Íslands, har tær skulu spæla tveir venjingardystir móti íslendska A-landsliðnum.

Landsliðshópurin
Viviann Petersen, VÍF
Ragnhild á Heygum, VÍF
Pernille Brandenborg, Vendsyssel
Ninna Johansen, Aalborg HK
Kristianna H. Joensen, Skanderborg Håndbold
Guðrið Geirsdóttir Eystberg, Aalborg HK
Bjarta O. Johansen, Aalborg HK
Bára K. Hansen, Kyndil
Súna K. Hansen, Kyndil
Turið Arge Samuelsen, Haukar
Durita Christophersen Jojic, VÍF
Halla Midjord, VÍF
Daniella Joensen, VÍF
Tóra Eliasen, Stjørnan
Maria Halsdóttir Weyhe, H71
Marita Mortensen, H71

U18- Menn – Fingu oyrini í íslendsku maskinuna

19. juli 2026

Tað var tætt eina løtu, men tá íslendingar settu ferð á, var einki at gera. Ísland vann ein tryggjan 40-28 sigur.

U20: Endaðu við tapi fyri Eysturríki

19. juli 2026

Hóast Føroyar høvdu møguleikar í dag, vóru mistøkini ov mong til at gera nakað við Eysturríki.

B dómaraskeið

18. juli 2026

Hósdagin, 20. august 2026, verður B – dómaraskeið í Tórshavn. Skeiðið er frá kl. 17:00 til 21:00 (íroknað B – regultest).

Ein loysn frá Sendistovuni