U17 til Georgia og U19 til Litava

Um vikuskiftið var lutakast til HM-undankappingina hjá U17- og U19-landsliðunum hjá kvinnum.

U19-landsliðið endaði í bólki saman við Kekkia, Kosovo og Turkalandi. Kappingin verður í Kaunas og Klaipeda í Litava í døgunum 15. til 21. juli.

Venjarar hjá U19 eru Per Klarup og Christoffur Gert Nielsen.

U17-landsliðið skal spæla móti Serbia, Bulgaria, Ukraina og Grikkalandi. Kappingin verður spæld í Tbilisi í Georgia í døgunum 3. til 11. august.

Vinnarin av HM-undankappingini hjá U17 í Georgia, vinnur seg til HM-endaspælið fyri U18, sum verður í 2020, og til EM-endaspælið fyri U19, ið verður í 2021.

Dia Midjord og Anya Skylv Midjord eru venjarar hjá føroyska U17-landsliðnum.

Góð byrjan uppá EM-undankappingina

4. november 2026

Við einum flúgvandi Óla Mittún á odda, vunnu Føroyar ein tryggan 37-30 sigur á Kosovo, eftir at Føroyar vóru á odda 20-13 í hálvleikinum. Ein góð byrjan uppá nýggju EM-undankappingina.

Dystarblusa í triðja liti

4. november 2026

Til komandi HM-endaspøl er krav, at luttakandi londini hava tríggjar ymiskt littar blusur at velja í til dystir. Hondbóltssambandið hevur í hesum sambandið latið framleitt eina nýggja blusu í myrkabláum, saman við einum myrkabláum shortsi, sum eitt triðja sett, til bæði menn og kvinnur.

Ongin søla við dyrnar!

3. november 2026

Atgongumerki eru tøk á netsøluni og heldur sølan fram her til tað er útselt.

Ein loysn frá Sendistovuni